Mowi selur góðskingarvirki í Dunkerque

Eftir søluna fer Mowi at brúka sína orku upp á framkomnu góðskingarvirkini, Mowi Boulogne og Mowi Bretagne.

Myndina av góðskingarvirkinum í Dunkerque í Fraklandi eigur Mowi.

 

 

Um dagarnar undirskrivaðu Mowi og fyritøkan Sofipêche eina avtalu um sølu av góðskingarvirkinum hjá Mowi í kanalbýnum, Dunkerque. Virkið er áður kent undir navninum, Appéti’Marine. 

 

Sofipêche er vælrikin familjufyritøka har norðuri í Fraklandi, og felagið hevur eisini góðskingarvirksemi í Boulogne-sur-Mer. Virkið í Dunkerque arbeiðir serliga við frystum laksi og øðrum sjómati.

 

Men hóast virksemið í Dunkerque nú er selt, fer Mowi framhaldandi at vera høvuðsveitari av laksi til Sofipêche.

 

- Vit eru sannførd um, at góðskingarvirkið og tess arbeiðsfólk í Dunkerque eru í góðum hondum við Sofipêche sum eigarum, og vit síggja fram til eitt samstarv sum týdningarmikil veitari av laksi til virksemið.

 

Tað sigur Fabrice Barreau, fyrisitingarstjóri í Mowi Western Europe í tíðindaskrivi, sum eitt nú norska heimasíðan - iLaks - endurgevur.

 

Jacques Wattez og Audrey Moitry, sum eru ávikavist stýrisformaður og dagligur leiðari í Sofipêche, siga seg vera sannførd um, at útlitini hjá virkinum í Dunkerque eru bjørt.

 

Tey siga seg vera til reiðar at taka við avbjóðingini saman við sínum 59 starvsfólkum.

 

Eftir søluna av Dunkerque-virkinum fer Mowi at brúka sína orku upp á framkomnu góðskingarvirkini, Mowi Boulogne, sum arbeiðir við feskum og Mowi Bretagne, sum arbeiðir við royktum fiskavørum.

 

 

 

 

 

Myndina av góðskingarvirkinum í Dunkerque í Fraklandi eigur Mowi.