Nú er allur ivi burtur. Manchester United hevur akkurát nú váttað, at David Moyes verður næsti venjari hjá felagnum eftir Alex Ferguson.
Hann fær ein seks ára sáttmála, sum er óvanliga langur sáttmáli og verður tikið sum ein álitisváttan frá felagnum til Moyes.
Tað verður eisini mett, at tað er ein munandi styrki fyri hansara støðu í felagnum, at hann fær so langan sáttmála
Moyes tekur við tann 1. juli, hann hevur nú tveir dystir eftir á odda fyri Everton, har hann fær høvið at biðja farvæl eftir 11 ár í bláa Liverpoolfelagnum.
Tað kemur ikki óvæntað, at Moyes tekur við eftir Ferguson, søgur hava gingið um tað leingi og tað hevur heldur ikki verið nakað dulsmál, at Ferguson sjálvur hevur havt gott eyga á honum.