Tónleikur
Hetta er ein sera spennandi tónlistarlig samanseting, ið Café Natúr verður karmur um. Sámal Ravnsfjall, tann garvaði trubadururin, var í eitt langt áramál ímyndin av føroyskum blues. Hetta var hann inntil Uni Debess vísti seg á føroyska tónleikapallinum. Uni er eitt eitt bluestalent af Guds náði, og hevur gjørt blues til tónleik, ið sjálvt tey ungu dáma. At hesir báðir fara á pall saman, er sum ein dreymur, fyri føroyingar við alski til blues.
Uni og Sámal spæla bæði hóskvøldið og leygarkvøldið, tvey kvøld, ið illa kunnu annað enn verða væl vitjaði og væleydnaði.
Sámal Ravnsfjall hevur verið virkin í fleiri ár. Hann hevur greitt fleiri klassikarar úr hondum, meðan Uni Debess mest er kendur sum oddamaður í bólkinum Go Go Blues, sum vann seinsta Prix Føroyar, teir hava hvør sín blues, í saman kann gerast ein stórsligin tónleikauppliving.