MSC-merktar fiskavørur á hillunum

Føroyskir brúkarar spyrja neyvan eftir MSC-góðkenning, men tað gera stóru handilsketurnar, sum keypa føroyskar fiskavørur.

 

Sildabitar við MSC-góðkenning í handilsketuni, Lidl í Esbjerg.

 

 

Fiskavørur, sum vera seldar í føroyskum handlum og millum framleiðarar og keyparar - tað veri seg til handilsfyritøkur ella privatfólk - eru flest allar føroyskar. Í Føroyum verður neyvan hugt stórvegis eftir, um vørurnar eru MSC-góðkendar ella ei.

 

Hinvegin eru føroyskir framleiðarar, sum framleiða til útflutnings, langt síðan gjørdir varugir við týdningin av MCS-góðkenning, har stórar handilsketur slett ikki keypa fiskavørur, sum ikki hava MSC-góðkenning.

 

At eitt fiskaslag hevur MSC-góðkenning, eigur í prinsippinum at merkja, at fiskaslagið verður veitt burðardygt - at farið verður væl um havumhvørvið, og at vøran kann sporast aftur til sín uppruna.

 

Hyggur tú í danskar handlar, sum eru partur av stórum ketum, er vanligt at síggja MSC-merkið á fiskavørum, sum standa á hillunum. Viðheftu myndir eru av fiskavørum - sild og rækjum - í einum handli hjá Lidl í Esbjerg.

 

At stóru handilsketurnar ynskja slíkar vørur, er formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Jógvan Hansen, sum eisini er stjóri á Kósini í Klaksvík, sannførdur um. Hjá honum er als eingin ivi um týdningin.

 

Men, trupulleikin í Føroyum er, at hvørki hýsa ella toskur enn hava nakra MSC-góðkenning. Tað hevur upsin í staðin, og upsin hevur eftirhondini havt hesa góðkenning í nøkur ár. 

 

Jógvan Hansen sigur, at MSC-góðkenningin á upsa hevur alt at siga fyri virksemið hjá teimum, har upsi fyllir umleið 70 prosent av ráfiskatilfeinginum.

- Tað hevði slett ikki borið til við okkara virksemi, um vit ikki høvdu hesa góðkenning, sum okkara kappingarneytar hava.

Høvuðsmarknaðirnir hjá Kósini fyri upsa eru Frakland, Týskland, Háland, Belgia og Pólland - eitt sindur skiftandi, hvør marknaður er hin størsti.

- Um okkara sølufólk ringdu til keyparar í Fraklandi ella Týsklandi og søgdu, at tey høvdu eina nøgd av upsa, sum onga MSC-góðkenning hevur, høvdu keypararnir sagt nei takk. 

Hetta merkir tó ikki, at marknaðir ikki kunnu finnast, sum ikki í sama mun spyrja eftir MSC.

- Men, heimurin gerst meira og meira tilvitaður, og vit selja sjálvsagt okkara fiskavørur, har vit fáa besta prísin, og tað er á teimum marknaðum, sum krevja MSC-góðkenning, sigur Jógvan Hansen.

 

##med2##

 

Ein annar stjóri, sum bæði umsitir skip og virki, er Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin, sum umframt at reka tvey fiskavirki, eisini rekur seks ísfiskatrolarar, sum serliga fiska upsa.

 

- Eg dugi slett ikki at ímynda mær eina støðu, har upsin ikki hevur sína MSC-góðkenning, sigur Jens Pauli Petersen, sum eisini er nevndarlimur í Føroya Ráfiskakeyparafelag. 

 

Stjórin er ivaleysur í, at eingin aktørur í upsavinnuni í dag hevði viljað, at upsin aftur misti sína MSC-góðkenning.

- Tað hevur stóran týdning, at vit kunnu fiska og selja burðardygt. Gjørdu vit ikki tað, hevði hetta bara komið okkum sjálvum aftur um brekkur, sigur Jens Pauli Petersen, sum leggur aftrat, at  MSC-góðkenningin hevur alt at siga fyri søluna av upsa. 

 

##med3##

 

 

Sildabitar við MSC-góðkenning í handilsketuni, Lidl í Esbjerg.

Marinerað sild við MSC-góðkenning.

Og grønlandsrækjur - eisini við MSC-góðkenning.