Øll fótbóltshugað fegnast um, at fótbóltsspælarin Fabrice Muamba hevur tað betur, eftir at hann fekk hjartasteðg í einum dysti fyri felag sítt Bolton ímóti Tottenham í ensku steypakappingini seinasta leygardag. Og sambært læknanum hjá Bolton er tað eitt undur, at Muamba er við at komka fyri seg.
-Tekniskt sæð var Muamba deyður í 78 minuttir. Tað gingu 48 minuttir frá tí, at hann small, til hann kom á sjúkrahúsið, og taå gingu 30 minuttir afturat, til lív kom í hann, sigur læknin, Jonathan Tobin, við tíðindastovuna AFP.
Eg var á sjúkrahúsinum týsdagin og vitjaði hann. Eg spurdi hann, hvussu tað gekk, og hann segði, at tað gekk væl, sigur ein fegin lælni við tíðindastovuna.
Steypadysturin millum Tottenham og Bolton bleiv blástur av, tá tann 23 ára gamli Fabrice Muamba small. Tá var støðan 1-1, og enska fótbóltssambandið hevur gjørt av, at liðini skulu spæla nýggjan dyst tann 27. mars.