Mugu ansa serliga væl eftur tá ið jólamaturin verður dripin

– Annars kann vandi vera fyri at vera smittaður við sjúku, sum kann verða álvarslig

Nú nærkast tíðin, tá ið jólagæsnar og jóladunnurnar verða dripnar. Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at í hesum sambandi er tað alneyðugt at vísa eitt serligt varsemi.

 

Vit eru nevniliga í eini støðu, har fuglakrím hevur tikið seg upp um alt landið, og tí minna Heilsufrøðiliga Starvsstovan,og Landslæknin, á, vil illa til, kann fuglakrím, eisini smitta fólk.

 

Oftast verða fólk, sum verða smittað við fuglakrími ikki serliga sjúk, tí sjúkuteknini minna um vanligt krím. Men í summum førum kunnu fólk eisini verða álvarsliga sjúk og kunnu doyggja av sjúkuni, tí hon setir seg í andaleiðirnar.

 

– Tí er sera umráðandi at vera ansin og hava gott arbeiðslag, og reinføri, tá ið fuglur skal drepast, siga Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landslæknin.

 

 

 

Fulgakrím smittar í floti frá andaleiðini og ígjøgnum skarnið. Fólk, sum verða smittað, verða ofta smittað frá hondunumog tí er tað avgerandi at vaska sær ofta um hendurnar við sápu, tá ið fuglur verður dripin, royttur og reinsaður, tí sápa týnir fuglakrím.

 

Tað er eisini avgerandi at vaska sær um hendurnar, áðrenn farið verður at eta, ella at festa sær í.

 

Fuglur, sum sær sjúkur út skal ikki verða dripin til matna.

 

Tann, sum drepur, ella hagreiðir fugl, eigur at vera í klæðum og skón, ella stivlum, ið eru løtt at vaska aftaná. Handskar og maskur verja eisini ímóti smittu.

 

Klæðir og fótbúnaður skulu vaskast, tá ið tað er liðugt at taka upp – og eisini áðrenn farið verður til onnur djór.

 

Ansast skal eisini eftir, ikki at nerta við eygu, nøs og munn, tá ið fuglurin verður dripin, royttur og reinsaður fer fram og knívar, og íløt, skulu vaskast væl tá ið tað er liðugt at taka upp.

Av tí at fjaðrarnar kunnu bera smittu, er best at skálda fuglin.

 

Fjarðar, innvølir og annað, skulu koyrast í plastposar har bundið verður fyri og so skal tað beinast burtur hjá IRF ella á brennistøðini í Havn.

 

Sjúkueyðkenni hjá fólki

 

Tað er trygt at eta kókaðan ella stoktan fugl, tí virusið tolir ikki hita. Er ætlanin at selja gæs og dunnur, skal tað verða frá løggildum stað ella eftir reglunum um heimaframleiðslu.

 

Sjúkuteknini kunnu yvir 38 í fepuri, ilt í hálsinum, hosti, vøddapína og høvuðpína. Eisini kunnu fólk fáa eygnabruna. Vanliga vísir sjúkan seg 2-10 dagar eftir smittu

 

Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, verða tey biðin um at venda sær til læknan alt fyri eitt, tí at sjúkan kann verða álvarslig.