HBO váttar í dag, at næsta sendirøðin av Game of Thrones ikki verður sent fyrr enn í 2019.
Næsta røðin verður tann áttanda og seinasta í sendingini. Hon verður styttri enn hinar, einans seks partar, men skapararnir hava lovað, at partarnir verða eitt vet longri og onkrir kanska væl longri enn vanligt.
HBO váttar við hesum tað, sum sjónleikarar í røðini, sum Sophie Turner, ið spælir Sansa Stark, áður hevur sagt í samrøðum.
Hetta kann geva rithøvundinum, George R. R. Martin, tíð nokk til at geva næstu bókina í røðini, The Winds of Winter út, áðrenn sjónvarpsrøðin kemur aftur á skíggjan. Hetta fer nokk at gera lítlan mun, tí sjónvarpsrøðin hevur longu yvirhálað bøkurnar, og tað munnu einans vera tey allarmest bjartskygdu, sum vænta, at George R. R. Martin fer at koma við næstu bókini í ár.
Seinasta bókin, A Dream of Spring kemur so undir ongum umstøðum út fyrr enn sjónvarpsrøðin er komin at enda.