Mugu bakka umborð á Teistan

Seinkingar eru á leið 60, skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu.

Hetta er leiðin Skopun - Gamlarætt.

 

Orsøkin er, at trupulleikar eru við visirinum á Teistanum, sigur Strandferðslan. Hetta gevur seinkingar á leiðini.

 

Víðari skrivar ssl.fo, at trupilleikarnir hava við sær, at neyðugt er hjá akførum at bakka umborð, inntil trupulleikarnir eru loystir.