Hvat skal havnarlagið á Gomlurætt brúkast til, tá ið Sandoyartunnilin er tikin í brúk, og Teistin ikki hevur brúk fyri tú meir. Tað er spurningurin, Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri í Havn, vil hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, at svara upp á.
Tá ið Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu, er tað bara báturin, sum skal sigla út í Hest, sum fer at brúka Gomlurætt sum samferðsluhavn, sigur Heðin Morensen
Hinvegin heldur hann, at vit eiga at tryggja okkum, at samfelagið framhaldandi kann fáa ágóðan av havnarlagnum, og at hesin ágóðin stendur mát við íløguna í havnarlagið, og inntrivið, ið er gjørt í lendið.
Landsverk hevur ábyrgd av at reka havnina í Gomlurætt, sum varð tikin í nýtslu í 1993 og kostaði 130 millióni at gera.
Tórshavnar Havn leigar ein part av havnalagnum til flótibrúgvar til smábátar og atløgubryggju til ferðamannasigling. Í Tórshavnar Býráð hava røddir annars verið frammi um at Tórshavnar Kommuna yvirtekur havnarlagið, tí at stórur áhugi er fyri at brúka tað til ferðavinnu og frítíðarítriv av ymsum slagi. Men samstundis varð eisini ført fram, at teir møguleikarnir hava myndugleikarnir mestsum beint fyri við at leggja tunnilsmunnan í Sandoyartunlinum, heilt niðri á bryggjuni, heldur enn at leggja hann longur uppi, sum Landsverk mælti til.
Hinvegin hava røddir eisini verið frammi um, at tað hevur týdning, at Landið varðveitir ræðið á havnini, tí hon er einasta havn har um vegir, á vestursíðuni á Streymoy og tað kann verða hent í sambandi við neyðstøður av ymsum slagi.