Mugu fáa eina lóg sum verjir hagan

Motorsúkklur og lendisakfør grópa hagan upp, og styggja bæði fugl og seyð

Vit eiga at fáa eina lóg við greiðum reglum fyri, hvussu, og hvar, tað er loyvt at fara í hagan við motorsúkklum, lendisakførum, og øðrum akførum.

 

Tað heldur Sune Petersen, sum er deildarleiðari á Vernd, sum er ein deild á Umhvørvisstovuni.

 

Hann staðfestir, at koyring við motorsúkklum í haganum er ein alsamt vaksandi trupulleiki, tí henda koyring gevur greflig arr í náttúruni og fer sum heild, illa við haganum.

 

Tí varpar umhvørvisstovan nú ljós á trupulleikan, og tað gera tey við einum stuttum filmsbroti ið vísir, hvussu motorsúkklur og onnur motorakfør hava gjørt um seg.

 

- Lendið hevur langa tíð um at koma fyri seg, og grefligu arrini í lendinum síggjast í áravís, og eisini órógvar henda koyringin náttúruna og styggir bæði fugl og seyð, sigur Suni Petersen,.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Suna Petersen greiða frá.