Størsti missurin fyri Føroyar verður, um fólk noyðist at flyta av landinum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um truplu búskaparligu tíðirnar, sum eru fyri framman. Løgmaður segði í nýggjársrøðuni, at tiltøk verða gjørd fyri at hjálpa fólki, ið verða rakt av avleiðingum av búskaparligu niðurgongdini í samfelagnum.
- Jú, hvøkkur er eisini farin gjøgnum okkara samfelag. Men vit mugu ikki lata fjálturin fáa ræði á okkum. Nú, sum altíð, tørvar okkum vit og skil, segði Kaj Leo Johannesen.
Hann segði, at Føroyar eru væl fyri at taka ímóti avbjóðingunum, sum liggja fyri framman. Almenna skuldin er lítil, og landið hevur tøkan pening.
- Og fram um alt eiga vit eitt ómetaliga dýrabart tilfeingi. Eitt náttúruríkidømi og eitt dugnaligt fólk. Hetta er tilfeingið, vit bygdu okkara land úr. Tilfeingi sum vit og okkara børn skulu byggja okkara framtíð á. Hetta eru virðir sum ikki eru knýtt at heimsmarknaði og kursi. Virðir sum ikki hvørva, um so virðisbrøv falla, segði løgmaður.
Kaj Leo Johannesen segði, at álvarsamasta avleiðingin av búskaparstøðuni er, um fólk mugu fara av landinum.
- At lækka vælferðina er ikki ein kostur í at velja. Størsti missurin er, um fólk noyðist at flyta av landinum. Tí er neyðugt at fáa fólkið at støðast, eisini um tey gerast arbeiðsleys, segði løgmaður.
- ALS-útgjaldið verður tí hækkað úr 70 prosentum uppí 80, og møguleikarnir at umskúla seg til aðrar vinnur mugu betrast, segði hann.