Tá vit spyrja Henrik Old, formann í Vinnunevndini, um møguleikan, at almennir pengar skulu í alivinnuna, svarar hann, at tað er sera vandamikið.
? Eg var sjálvur við í føroyskum politikki í 80 árunum, tá stuðulspolitikkurin var í hæddini, og eg má siga fyri meg, at eg eri ikki fyri, at vit venda aftur til at stuðla fiskivinnuni, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Henrik Old vísir á stóra týdningin, at um kreppan í alivinnuni verður so álvarsom, at øll alivinnan fer av knóranum, so er avgerandi frá almennari síðu at halda fast um Føroya Fiskaaling, sum er grundarlagið fyri allari aling í Føroyum.
? Føroya Fiskaaling hevur gjørt eitt risaarbeiði mongu tey síðstu árini, og felagið er grundarlagið undir alivinnuni í Føroyum. Verður so illa statt, at øll alivinnan fer á heysin, so mugu vit gera alt fyri at varðveita Fiskaaling, tí felagið er sjálvt grundarlagið fyri, at ein alivinna aftur kann fáast upp á føtur í Føroyum, greiðir Henrik Old frá.
Almenn uppílegging valdast
Hóast javnaðartingmaðurin er heldur ivingarsamur við tankanum, um tað almenna skal fara inn í alivinnuna, so vísir hann á, at almenn uppílegging valdast. Síðan ræðusøgurnar frá stóru búskaparkreppuni fyrst í nítárunum hava føroysku fíggjarstovnarnir harðliga viðmælt, at tað almenna ikki blandar seg í privata virksemið.
? Tað tykist umvent á meg, at vit nú hoyra peningarstovnar rópa um hjálp frá tí almenna, tá teir hvassliga hava víst øllum almennum uppíleggingum aftur. At teir nú rópa um hjálp er helst greið tekin, um teir hava misti tamarhaldið á støðuni, og vita ikki síni livandi ráð, sigur Henrik Old.
Formaðurin í Vinnunevndini er tó ikki ímóti almennnari uppílegging á øllum økjum. Hann sigur, at neyðugt er taka støðu frá máli til máls. Tá vit nevna møguleikan fyri honum, um kreppurnar í rækjuflotanum og alivinnuni kunnu samanberast, svarar Henrik, at tað eru tveir fullkomiliga ymisk viðurskiftið, vit tosa um.
? Í alivinnuni fara fjarðirnar, sum eru grundarlagið undir vinnuni, ongan veg. Er tað ikki er grundarlig fyri at halda fram, so mugu alibrúkini fara á heysin, so aðrir kunnu fáa møguleikan at halda fram við virkseminum. Í rækjuflotanum er stóri trupulleikin, at stórar íløgur eru gjørdar í stór og stásilig skip, og fara hesi av knóranum, so er stórur partur av grundarlagnum fyri vinnuni tikin undan, greiðir Henrik Old frá.
Suðuroyartingmaðurin metir eisini, at verður eitt almenn uppílegging í alivinnuni veruleiki, so hevur hann ilt við at síggja, hvussu tað almenna skal kunna meta, hvørjir partar av alivinnuni skulu varðveitast og hvørjir skulu fara av knóranum.
Henrik Old sigur at enda, at tað er nærmast ein ógjørlig uppgáva at taka dagar millum, hvørji virki hava uppiborið at halda fram og hvørji ikki, og tað verður ikki minst ein hørð politisk togtogan.