Mugu gjarna taka so nógvar myndir av grindadrápi sum tey vilja

Tað er vónleyst at forða tí, men vit hava heldur einki at krógva, sigur Karl Johansen, sýslumaður

Tað er ein vónleys uppgáva at nokta fólki at taka myndir og video av grindadrápi.

Tað heldur Karl Johansen, sýslumaður.

Í gjár doyði ein grind í Vestmanna og tað hevur elvt til kjak, at limir í mótmælisfelagsskapinum, Sea Shepherd, stóðu rættiliga tætt við og tóku alt upp á video.

Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at hvørja ferð, grind verður hildin til, er ein ørgrynna av áskoðarum fram við sjóvarmálanum. Og hesa seinastu tíðina, so hvørt, sum tøknin mennist, eru tað eisini rættiliga nógv fólk, sum taka myndir og video av drápinum.

Hann sigur, at í grindini í Vestmanna vóru eisini nøkur fólk frá Sea Shepherd, og tey tóku myndir.

– Vit kendu tey aftur, tí tey hava verið her áður fyri Sea Shepherd. Vit eygleiddu tey, men stóðu ímillum hinar áskoðararnar og tey tóku video sum so nógv onnur gjørdu. Og tey gjørdu onga roynd at órógva grindadrápi og so hava tey frælsi at taka so nógvar myndir, tey vilja.

– Tað eru nógv fólk, sum taka myndir av hvørjum einasta grindadrápi, bæði útlendingar og føroyingar.  Og vit kunnu ikki bara nokta nøkrum fáum at taka myndir og lata restina ganga, tí øll skulu hava somu viðferð, sigur hann.

Hann vísir á, at grindadráp er eitt sláturhús undir opnum himli, so tað ber ikki til at halda tað burtur frá fólki.

– Men øll vita, at vit drepa grind og tað hava vit tikið okkum rætt til. Og vit hava einki at krógva, so eg dugi ikki at síggja trupulleikan í, at myndir verða tiknar av tí, sigur sýslumaðurin.

Hann heldur tvørtur ímóti, at nokta vit fólki at taka myndir, kann tað skjótt tulkast sum um at vit hava nakað, vit vilja fjala og hava ringa samvitsku av.

Hann sigur, at eftir nýggju reglugerðini kann eitt grindaøki verða avbyrgt, soleiðis at bara tey, sum eru við í drápinum, sleppa inn um.

Men í Vestmanna gekk ikki, sum ætlað, tí grindin skuldi rekast til Leynar, men tað gekk ikki og tí varð hon rikin til Vestmanna ístaðin.

Og tað gekk so skjótt fyri seg, at stundir vóru ikki til at seta sperringar upp.

Men Karl Johansen vísir á, at fólk hava altíð verið og hugt at grindadrápi, eisini áðrenn sperringar vórðu settar upp, men tað hevur aldrin verið nakar trupulleiki av áskoðarunum, fyrr enn Sea Sheperd var her fyri nøkrum árum síðani, og royndi at leggja upp í.