Mugu hava øll við

Hóast hann sjálvandi fegnast um komandi avbjóðingarnar hjá A-landsliðnum í hondbólti, so hevur Kári Mortensen eisini peikifingurin á lofti. Verða ungdóms- og kvinnulandsliðini ikki raðfest eins høgt, sum manslandsliðið, ivast hann ikki í, at hetta verður til skaða fyri menningina hjá føroyskum hondbólti

Hondbóltslandslið

Tað man lítil ivi vera um, at tá tosað verður um royndir innan føroyskan hondbólt, so er núverandi Neistaleikarin, Kári Mortensen, ein tann, sum hevur tær drúgvastu. Sum leikari er hann helst størsti individualistur, sum vit eiga her á landi, og framvegis í dag ? 30 ár eftir sín fyrsta landsdyst ? telist hann millum stinnastu leikararnar í fyrstu deild.
Tað er tó ikki bara innan fyri strikurnar, at Kári hevur gjørt sína ávirkan galdandi. Brennandi áhugin fyri hondbólti hevur gjørt, at hann í nógv ár hevur verið aktivur sum venjari og annað í Neistanum, og í fyrst í 90?unum var hann millum teirra, sum settu sær fyri, at nú skuldi føroyskur hondbóltur aftur fáast upp á beint.
Og hetta varð eisini gjørt. Í tøttum samstarvi við DHF er ein hampuliga miðvís menning av leikarum, venjarum og dómarum fingin í lag, og við góðari hjálp frá feløgunum varð fíggjarligi parturin fingin upp á pláss, og so við og kom alt meira ferð á landsliðsaktivitetin hjá Hondbóltssambandinum.

Leisturin er skeivur
Í løtuni hevur Kári tó ein fyribils steðg í sínum arbeiði í HSF, men hetta forðar tó ikki fyri, at royndi maðurin hevur eina hugsan um tað, sum fyri ferst á landsliðspallinum í løtuni, og her er hansara niðurstøða rættiliga greið.
- Lat meg fyrst og fremst siga, at hetta ikki hevur nakað við verandi arbeiði kring A-landsliðið at gera. Eg fari at fylgja spentur við, og eg vóni at góð úrslit spyrjast burturúr, men mín sannføring er tann, at heildin kring landsliðsarbeiðið ikki riggar nóg væl. Arbeiðið við yngru landsliðunum verður antin prioriterað ov lágt, ella er orkan til hesi ov lítil, og upp á longri sikt er hetta stórt spell fyri menningina av føroyskum hondbólti.
- Eitt av aðalmálunum, sum vit settu okkum fyri tíðliga í 90?unum var, at vit skuldu hava ungdómslandslið í øllum aldursflokkum, og at hesi skuldu fáa altjóða avbjóðingar á hvørjum ári. Ikki fyrr enn hetta var fingið í rættlag, hildu vit, at tað var upp á sítt pláss við A-landsliðunum. Visiónin var, at vit hvørt ár skuldu hava millum fýra og seks yngri landslið í altjóða kapping, soleiðis at hesi frá ungum árum kundu skúlast í elituhondbólti. Eftir mínari fatan er tað eisini púra burturvið at satsa upp á A-landslið, uttan at hava leikarar, sum frá eru skúlaðir í elituhondbólti, helst frá 14-ára aldri.
- Partvíst varð hetta mál eisini nátt. Í 2000 høvdu vit besta árið í so máta. Tá kulmineraði alt arbeiði við at A-landsliðini eisini komu í altjóða dyst, eins og fýra yngru landslið eisini leiktu dystir.
Kári viðgongur, at tað kanska ikki vóru so øgiliga nógvir av leikarunum á A-landsliðunum í 200, sum vóru beinleiðis úrslit av arbeiðinum við yngru landsliðnum, men til tess var tíðarfreistin helst eisini í styttra lagi.
Hinvegin er hann púrasta avgjørdur, tá metast skal um ávirkanina, sum hetta arbeiðið hevur havt á føroyskan hondbólt.
- Tað er einki at ivast í, at nógvir leikarar ? og harvið eisini feløgini ? hava notið gott av hesum. Bestu leikararnir hava fingið størri avbjóðingar frá yngru árum, og hyggur tú at, hvørjir ungir leikarar gera seg galdandi í bestu deildunum í dag, so eru tað júst tey, sum hava fingið hesa elituskúlingina. Í seinasta enda er hetta eisini til gagns fyri A-landsliðið, tí leikararnir, sum koma upp ígjøgnum allar árgangirnar eru vanir við altjóða dystir.

Ein katastrofa
Sum kunnugt, so hevur mest sum allur aktivitetur kring eitt føroyskt kvinnulandslið ligið stillur seinasta árið ella so. Eitt framhald av landsdystunum móti Svøríki tóktist annars vera tryggjað, tá Jónleif Sólsker fyri góðum ári síðani varð settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnunum, men síðani hann av arbeiðsávum mátti siga hetta frá sær, hevur lítið og einki verið at hoyrt kring hetta.
Og at aktiviteturin nú bert verður savnaður kring manslandsliðið, sigur Kári Mortensen vera einki minni enn ein katastrofa.
- Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir, og í grundini er tað ein sjálvfylgja, at gera vit nakað við manslandsliðið, so skal tað sama gerast kvinnulandsliðið.
- Tað kann væl vera, at manshondbólturin í nógvar mátar verður sæð sum flaggskipið hjá HSF, nen júst arbeiðið við kvinnulandsliðnum er í nógvar mátar meira týdningarmikið. Í øllum førum tá tað ræður um útbreiðslu av hondbóltinum.
- Tað er jú so, at ymsu ítróttagreinirnar kappast um fólkið, og her mugu vit bara ásanna, at hjá monnunum er fótbólturin í løtuni nógv tað størsta. Hinvegin tykist tað so, at hjá kvinnunum er hondbólturin fremsta ítróttin, og tí er einki at ivast í, at vit her hava besta møguleikan at breiða spælið út um alt landið.
- Tað er jú avgjørt nakað sum manglar. Hyggja vit at Føroya-kortinum, so er tað at kalla bara í helvtini av landinum, at hondbólturin verður spældur. Hjá monnunum er tað enntá bara har, sum landfast er, meðan kvinnurnar hinvegin eisini eru við í Klaksvík og í Vági.
Hetta er tó langt ífrá nøktandi ? og umberingin við væntandi hallarumstøðum heldur ikki longur. Vit hava fleiri ítróttahøllir kring landið, har hondbóltur at kalla ikki verður leiktur, og innan alt ov leingi verður ein afturat á Eiði. Hetta eru støð, har vit fyri alt í verðini mugu royna at menna hondbóltin, men til tess krevst eitt lokomotiv. Og tá er altso ikki nóg mikið bara at hava A-landsliðið hjá monnum. Kvinnurnar eru absolutt neyðugar at hava við í hesum, og so eisini tey ungu.

Einfalt men tungt
Tá alt kemur til alt, so heldur Kári, at arbeiðið hjá Hondbóltssambandinum í grundini kann samanfatast í trý sera einføld punkt. Fyrst og fremst skal HSF taka sær av at fyriskipa heimligu kappingarnar. Harnæst skal arbeiðast við at styrkja um elituhondbóltin. Millum annað við ungdómslandsliðum hjá bæði gentum og dreingjum. Og at enda skal eitt A-landslið so fáast á føtur.
- Og tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at einki av hesum varð lopið um á vegnum. Eisini hóast fleiri tykjast hugsa meira um seinasta enn um fyrsta punktið. Ekstrema ræðumyndin er, at vit hava eitt HSF, sum bert tekur sær av landsliðsarbeiði, men hóast vit neyvan koma so langt út, so eri eg bangin fyri, at fleiri hava hug at leypa nakað um, og tá verður endaliga produktið ongan tíð nóg gott.
- Sjálvandi veit eg, at alt hetta eisini er ein spurningur um ressourcir. Men her haldi eg meg kunna siga, at tað í øllum førum ikki er fíggjarligi parturin, sum forðar fyri einum munadyggum landsliðsarbeiði á øllum støðum. Hetta var ein trupulleiki fyrstu árini, men sum tíðirnar í samfelagnum eru betraðar, er hesin trupulleikin vorðin alsamt minni. Vit høvdu í 1999 fýra ungdómslandslið úti til altjóða uppgávur, og tá veddingarpengarnir síoðani komu upp í leikin, vórðu hesir nýttir til A-landsliðini. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit hava víst, at tað ber til, og tí eigur tað at vera gjørligt at halda fram við hesum.
- Tað er møguligt, at niðurstøðan er somikið syrgilig sum tann, at vit snøgt sagt ikki eiga nóg mikið av eldsálum í landinum til at hetta kann verða gjørligt. Vit hava sjálvandi nógv fólk, sum gera eitt risa stórt sjálvboðið arbeiði kring landið, men hetta verður ofta gjørt innanhýsis í feløgunum, og eitt nú havi eg sjálvur valt at hava eina pausu í nevndararbeiðinum í HSF, tí hetta krevur so nógv.
- Men hinvegin er hetta eitt arbeiði, sum eisini kemur feløgunum til góðar. Tey fáa eina betri elituskúling av ungum leikarum, og hetta eigur avgjørt at vera við til at lyfta einstøku leikararnar, og harvið eisini liðini. Eisini hevur tað avgjørt verið viðvirkandi til, at føroysk feløg hava kunna drigið fleiri útlendskar leikarar til sín, tí summir av hesum hava havt ein møguleika at venja ungdómslandslið, og harvið fingið nakrar eyka avbjóðingar. Tað er so eingin ivi um, at útlendsku leikararnir hava styrkt munandi um heimligu kappingina, men aðalmálið má altíð vera at styrkja um okkara egnu leikarar.
- Og lat meg so enda við tí, sum eg byrjaði við. Eg havi als einki ímóti, at A-landsliðið nú fer út at royna seg, og eg vóni so inniliga, at teir fáa góð úrslit. Mítt ynski er barasta, at feløgini og HSF í felag finna ein leist, soleiðis at tað er gjørligt at hava øll landsliðini koyrandi. Vit hava áður víst, at tað ber til, og nú ræður um at halda tað vunna við líka, soleiðis at tað arbeiðið ikki dettur niðurfyri, sigur Kári Mortensen at enda.