Dia Midjord
Skal Norröna bera seg, mugu 30.000 fólk aftrat ferðast árliga við skipinum. Seinasta ár ferðaðust á leið 70.000 ferðafólk við skipinum, men hetta talið skal skjótast gjørligt leggja seg nærri 100 túsund ferðafólkum.
Luksus-skip
Og tað verður kanska ikki so torført at økja um ferðafólkatalið, tí nýggja skipið bjóðar ferðandi avbera góðar umstøður. Øll kømrini hava WC/bað og sjónvarp. Fleiri av kømrunum hava køliskáp, hárturkara og eitt nú buksupressu.
Nýggja Norröna, ið kostar Smyri Line 660 milliónir, skal eftir ætlan latast 31. mars 2002. Skipið kann taka 1600 ferðafólk og einar 1000 bilar. Roynt verður til tá at selja hesa Norrönu.
? Vit vilja hava einar 80 milliónir fyri hetta skipið, sigur stjórin á Smyril Line.
Nýggja Norröna skal alt árið sigla til Føroya og talan verður um somu ferðaætlan.
? Vit hava roynt ymsar aðrar leiðir, eitt nú Aberdeen, men tað tykist torført at fáa bretar at ferðast hendavegin. Tað endar altíð við, at vit koma aftur til ferðaætlanina, sum er í dag, sigur Óli Hammer.
Pylsur á sóldekkinum
Nýggja Norröna hevur nógv meiri pláss og kann bjóða ferðandi allar hentleikar.
Í blaðnum í morgin fara vit at gjøgnumganga skipið nærri, men kunnu longu her avdúka, at tú ikki longur noyðist fara av sóldekkinum fyri at keypa tær eina kalda øl ella eina stokta. Hetta verður til keyps á sjálvum sóldekkinum. børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.