Mugu hava terrortilbúgving í Føroyum

Tá yvirgangur kann raka Utøya, kann hann eisini raka Føroyar. Tí mugu vit hava eina tilbúgving klára, sigur Niels Erik Nymark Jensen.

 

Føroyar hava eina sera stóra serliga tilbúgving í mun til talið á løgreglufólkum í Føroyum. Heili 20 mans, svarandi til ein fimtapart av allari fjøldini, eru knýttir at tilbúgvingarliðnum hjá løgregluni. Fleiri løgreglufólk hava givið til kennar, at tey halda, at tað er ov nógv og kostnaðarmikið hjá føroysku løgregluni, men hesum er Niels Erik Nymark Jensen, chefspolitiinspektørur, ikki samdur við.

 

- Føroyar eru 18 oyggjar. Tá yvirgangur kann raka Utøya, kann hann eisini raka okkum, og so skulu vit vera til reiðar at klára okkum sjálvi, inntil eykastyrkin frá Danmark røkkur fram. Ein góðan dag, tá vindur og veður eru til vildar, tekur tað tríggjar tímar. Vit kunnu tó eisini vera avskorin í longri tíð, sigur hann.

 

Hann vísir tí til hendingina í Mykinesi her fyri, tá ein maður hótti fólk og løgreglan var boðsend. Tríggjar smáar tímar seinni var tamarhald á støðuni og maðurin handtikin.

- Hendan hendingin vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at vit kunnu klára okkum sjálvi í spentum støðum. Líkamikið hvar í Føroyum, okkurt hendir, ella nær, sigur hann.

 

Tí heldur hann, at hóast Føroyar eru eitt av friðaligastu samfeløgum í heiminum, so er tørvur á einum tilbúgvingarliðið í Føroyum.