Orðaskiftið á tingið um 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum vardi í fýra tímar. Orðaskiftið var rættiliga tamt og snúði tað seg fyri stóran part um oljuútgerðarhavn. Henrik Old var framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin og hann vísti á, at Javnaðarflokkurin, uttan mun til um hann hevur verið í meiriluta ella andstøðu, hevur tikið undir við oljupolitikkinum í 90-unum.
Hann vónaði, at tann leiting, sum nú vónandi fer í gongd, verður til gagns og gleði fyri alt Føroya fólk, núlivandi og ikki minst fyri eftirkomarar. At tað verður gjørt við virðing og við umhugsni fyri fiskivinnuni, sum eisini eftir eina oljuvinnu skal vera grundarlagið fyri lívið her á klettunum.
Framsøgumaður javnaðarfloksins helt, at tingmenn áttu at fingið betri tíð at viðgjørt tilfarið. Men hann rósti fólkunum, sum gjørt hava frágreiðingina. Hon er greið, lættfatiligi og gjøllig. Tað bendir á, at forarbeiðið er gott.
Henrik Old helt annars, at Vinnunevndin eigur at hyggja nærri at hesum nýggja mátanum at gera lógir uppá. Sjálv lógin er stutt, meðan viðmerkingarnar fylla mest og so fylgiskjalið, sum er eitt standardloyvi. -Man kann spyrja, hvønn status hevur eitt fylgiskjal. Við hesum mátanum at gera lógir uppá, kann løgtingið skjótt missa tamarhaldið á lógararbeiðinum helt tingmaðurin.
Hann helt tað annars vera týðuligt, at landsstýrismaðurin er varin fyri ikki at traðka oljufeløgini ov fast á tærnar, men í eini 30 førum verður tað nevnt, at landsstýrismaðurin kann og skal góðkenna.
Føroyska vinnan framíhjárætt
Kom eisini inn á spurningin um føroysku vinnuna. -Í Javnaðarflokkinum eru vit ikki í iva um, at vit skulu royna at fáa teimum føroysku fyritøkunum so nógv sum møguligt av virksemi. Hví ikki gera sum norðmenn, sum hava pleygað síni vinnu meira enn aðrir spurdi tingmaðurin og vísti til, at norðmenn serliga í byrjanini løgdu hart út við, at teirra egnu fyritøkur vórðu favoriseraðar. -So langt sum til ber, eiga vit at taka okkara egnu framum, tí í byrjanini hava teir ikki so stórar møguleikar.
Framsøgumaður javnaðarfloksins nam síðani við ymsar lutir í uppskotinum. Hann spurdi, um tað er rímuligt bara at taka 100.000 kr. í leigugjaldi fyri teigar. Kundi tað ikki vera størri, so spurningurin um ikki bara skuldi vera null speirak tingmaðurin.
Um framleiðslugjaldið segði hann, at bretar hava einki, meðan norðmenn hava 12%. -Hví skulu vit hava 2%, sum ljóðar sera lítið spurdi tingmaðurin. Hann vildi fegin hoyra, hví man var komin til júst 2%.
Hvat partafelagsskattinum viðvíkur, so metti Henrik Old, at tað kundi blíva ein trupulleiki at finna fram til, hvat er oljuvinna og ikki, og hvar 27% partafelagsskatturin kemur inn. Er tað fyri oljupallar, fyri skip osfr?
Tingmaðurin helt, at vit hava ikki gjørt okkum stórar vónir at fáa nógv inn í serskatti, tí tað er eftir, at alt annað er goldið.
-Man kann hugsa sær, at oljufeløgini fara at útbyggja og býta um pallar, tá tað kemur at geva yvirskot. Javnaðarflokkurin setir tí ikki so stórar vónir til tann partin, men heldur til hinar.
Útgerðarhavnin
Henrik Old var ónøgdur við, at landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt av, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera. Hann fýltist eisini nógv at Vinnuhúsinum. -Tað sýnist sum hvørja ferð okkurt er fyri í samfelagnum, so hevur Vinnuhúsið ein boðskap. Tað líkist meira og meira tí bretska Yvirhúsinum.
Hann segði, at Javnaðarflokkur bíðar serliga spentur eftir júst hesum partinum og flokkurin ætlar at taka stig til at byrgja upp fyri, at nøkur øki í landinum, verða jarðløgd, um man ger, sum her verður skotið upp.
-Landsstýrismaðurin sigur, at eingin støða skal takast til útgerðarhavn í leitifasu, og tá verða tað beinanvegin nøkur øki sum fáa framíhjárætt og fáa upparbeitt eina vitan, sum aðrir hava trupulleika við. Henrik Old boðaði frá, at flokkurin fer at leggja alla orku í at fáa eina atkvøðugreiðslu um, hvar útgerðarstøðir skulu liggja. Verður tað ikki gjørt nú, so verður tað ongantíð. Tað er løgtingið, sum skal gera av, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera. Tað sama er eisini galdandi fyri eitt møguligt direktorat, sum enn er innviklað í Oljumálastýrið.
Henrik Old nam eisini við spurningin um alment oljufelag. Hann spurdi, hví ikki eitt alment oljufelag kundi stovnast nú og vísti til, hvussu stóran týdning Statoil hevði havt fyri norska vinnu.
-Vit hava í Javnaðarflokkinum ringt við at skilja, hví landsstýrið útilokar spurningin um alment oljufelag heilt.
Framsøgumaður Javnaðarfloksins helt annars, at samanlagt er arbeiðið í lagi. -Vit gleða okkum til, at hetta eisini framyvir skal geva nakað av virksemi til Føroya land.
(Sosialurin fer eisini í komandi bløðum at tríva í nakað av ti, sum kom fram undir hesum fyrsta orðaskiftinum nakrantíð um útbjóðing til oljuleiting)