Hann sigur annars, at landsstýrið hevur handfarið samráðingarnar alt í alt ógvuliga illa, ófólkaliga og harðligt.
-Við slíkum kunnleika til søgu og kommunikatión átti landsstýrið ikki at brúkt slík kalliorð og tala um revolvarapolitik oa. men heldur havt nýtt orkuna til at roynt at fingið ta loysn, sum man veit kann savna tríggjar fjórðingar av føroyingum, og tað er sjálvsstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
Atli Dam sigur, at eitt samráðingarumfar aftrat kemur einki at broyta. Hann heldur tó, at alt tað praktiska kanningararbeiðiðið, sum higartil er gjørt, kann nú brúkast í eini loysn, sum savnar eitt størri tal av føroyingum.lapp hann sær eisini skilagott av við bóltin.
Umframt hesar báðar, stóðu Pætur og Janus seg eisini rættuliga væl, umframt at Hans spældi seg upp í seinna hálvleiki, eftir at hava verið eitt sindur ivandi fyrstu trý korterini.
Stóðu hesir leikarar seg væl, so var tað hinvegin eitt vónbrot, at nakrir av meira royndu HB leikarunum ikki megnaðu at gera meira um seg. Á miðvøllinum tóktust Rói og Hallur ongantíð at koma veruliga inn í dystin, og serliga var tað í verjupartinum, at teirra partur lá eftir.
Hetta viðførdi eisini, at umstøðurnar hjá Jóhannisi á høgra bakki vóru sera torførar, og serliga í fyrra hálvleiki hevði hann trupulleikar av at plasera seg rætt.
Royndirnar fara at koma
Samanumtikið má sigast, at hóast HB í løtuni liggur á odda í fremstu deildini, so hevur liðið enn ikki tær dygdir, sum skulu til, um liðið skal standa seg nøktandi á altjóða pallinum.
Málini hjá Lombard komu øll meira ella minni av sløsutum verjuspæli, og hetta sleppur man altso ikki væl frá, tá spælt verður á hesum støði.
Talan er tó um eitt sera ungt HB lið, og so við og við koma hesir helst eisini at fáa tær royndir, sum eru so týdningarmiklar í hesum høpi. Hinvegin er tó eisini neyðugt, at teir fáu leikarar, sum hava royndirnar, í nógv størri mun gera sítt til at lyfta liðið.
Komandi leygardag hava teir tó møguleikan at reisa seg, og hóast tað helst ikki er nakar HB?ari, sum væntar ein sigur á útivølli, so eiga teir í størri mun at kunna spæla upp við mótstøðuliðið. So góðir vóru Lombnard nevnliga slettis ikki.
HB-Lombard FC 0-4 (0-3)
0-1: GyklaZsinóiczjy 13.
0-2: Sándor Nagy 20.
0-3: Sandor Nagy 42.
0-4: Vendel Hormyák 52.
Dómaratríbólkur úr Norðurírlandi: John Ferry, John Mc Clenaghan og Michael Mc Lauglin
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rói Árting, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
Lombard FC:
Károly Gelei ? Vernek Hormyák, Geza Meszóly, Jószea Szalma, Attila Virág ? Vojtechkiss, Fabri Zjógoncalves. Gábor Arki, Gykla Zsivóczky ? Sándor Nagy, István Vincze