Mugu satsa uppá Prix Føroyar

Fróði Vestergaard, fyrrverandi samskipari av Prix Føroyum sigur, at tíðin hevur víst at føroyingar sakna Prix Føroyar X-Factor, Talent og Melodi Grand Prix. Nógvar útlendskar tónleikasendingar eru, og einaferð var eisini ein í Føroyum ? Prix Føroyar.

Eftir sjey umfør bleiv Prix Føroyar í 2005 niðurlagt. Prix Føroyar, sum gekk sína sigursgongd um aldaskiftið bleiv tikið av aftur skránni, og íleggjarar mistu áhugan. Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroyar og FUT vóru høvuðsíleggjarar til kappingina.

- Orsøkin til, at Prix Føroyar var niðurlagt var, at Kringvarpið vildi leggja sína orku í onnur mentunarlig tiltøk. Eitt nú tosaðu tey um sendingar og annað. Men eg dugi ikki at síggja, at nakað er komi síðani, sum kann sigast at verða á sama støði, sigur Fróði Vestergaard.

 

Prix Føroyar lat dyrnar upp fyri royndum sum óroyndum tónleikarum. Øll áhugaði kundi melda seg til, og tónleikaliga blómaði í Føroyar. Til seinasta umfar av Prix Føroyum var áhugin so stórur, at Norðurlandahúsið hevði heilar 30 útlendingar á vitjan.

Fløguframleiðarar, fyriskiparar av festivalum og útlendskir miðlar komu til Prix Føroyar, og nógvir av bólkunum fingu møguleika at royna seg uttanlands.

- Tónleikurin setti dagsskrá í Føroyum í Prix Føroyar árunum. Nú er einki sum kann samanberast við tað, sigur Fróði Vestergaard.

 

 

Spurdur um, hvørt hann heldur Prix Føroyar skal aftur á dagsskrá, sigur Fróði soleiðis.

- Tíðin skuldi vísa um tað var saknur í Prix Føroyum. Tað haldi eg tað er, sigur hann.