Føroya Løgmaður heldur tað vera løgið, at fólk, sum vanliga spilla løgmann út á Facebook, ikki tola hansara tónalag av tingsins røðarapalli.
– Somu fólk, sum ikki dáma mítt tónalag av tingsins røðarapalli, halda ongan trupulleika vera at spilla meg út persónliga inni á facebbok, sigur løgmaður.
– Ikki tí eg taki tað serliga tungt, tað er mítt arbeiði, men undaligt, hvussu tey somu fáu sum spilla fólk út her inni, tola lítið av sjálvi, skrivar løgmaður á Facebook – har hann endar við hesum vísdómsorðum:
– Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga.
Viðmerkingar kunnu least á vangamyndini hjá løgmanni VIÐ AT TRÝSTA HER