- Hvat er tað ringasta sum kann henda, tá tú skalt hitta ein sheik ella damu á fyrsta sinni?!
Louise hevur sett spurningin fram, og biður tey ungu um eitt svar uppá henda spurningin.
Svarið sleppur at sveima í luftini eina góða løtu. Tað er týðiligt, at hetta er ein støða sum nógv av hesum ungu fólkunum kenna til. Hvat í víðu verð skal ein svara?
So byrja svarini at koma soleiðis pø á pø: - At ein skræðir klæðini. At tað fer at regna og smyrslið rennur av. At hin ikki sigur eitt einasta orð.
- Javel, sigur Louise. Hvat er so tað besta sum kann henda við eitt slíkt høvi?
Nú gongur frægari at fáa svarini, tí nú vita tey, hvønn veg hon ætlar sær við spurninginum: - At vit hava tað gott saman. Kunnu flenna saman. Og at tað kanska endar við einum parlagi.
- Júst soleiðis er tað eisini við so mongum øðrum viðurskiftum her í lívinum. Tað er altíð lættari at venda eygunum móti tí ringasta. Men tað er altíð ein positiv síða í øllum, slær Louise fast.
Evnið í gjáramorgunin var kortini ikki, hvussu ein kundi finna sær ein lívsfelaga. Tað var bæði viðkomandi og álvarsligt: Hvussu týdningarmikið tað er at vera realistiskur í øllum lívsins viðurskiftum, - ikki minst tá ein sum ungur hevur trupulleikar og alt tykist vónleyst.
Nýggj vitan
Millum tey 20 ungu, sum hetta 2. árið í Hoydølum hava valt sálarfrøði, eru tey bæði havnarfólkini, Poul Kári Madsen og Julia Jacobsen. Poul Kári er bert annar drongurin í hesum flokkinum.
Bæði eru tey samd um, at hetta hevur verið ein sera áhugaverd og spennandi undirvísing.
Hesar seinastu dagarnar hevur nevniliga hesin stóri Psykiatri-bussurin vitjað kring landið. Seinni í vikuni fer hann aftur til Danmarkar og skal longu vera klárur aftur mánadagin til ein skúla í Keypmannahavn.
- Vit hava fingið nógv at vita, sum vit ikki vistu frammanundan, siga tey við ein munn.
Julia og Poul Kári høvdu valt sálarfrøði í ár, tí tey mettu at hetta var ein sera áhugaverd lærugrein.
Hetta er ikki bert ein lærugrein, men somuleiðis ein lærugrein sum kann geva teimum eitt amboð at brúka aðrastaðni í skúlagongdini og uttan iva eisini seinni í lívinum.
- Í lærugreinini, og ikki minst í dag hava vit veruliga fingið at vita, hví fólk reagera so ymiskt uppá ymiskar støður: Hví summi skera seg í kroppin, hví summi velja anorexia og hví summi gera onnur ting fyri at siga frá, hvussu tey hava tað sálarliga.
- Jú, hetta var ein sera áhugaverd framløga, sigur Julia.
Poul Kári heldur, at undirvísingin hevur eisini verið sera áhugaverd og hevur givið honum nøkur amboð, sum hann kann brúka m.a. tá hann skal greina bøkur og tílíkt.
At skilja tey
Tað sum helst mundi hava størstan áhuga hesa løtuna í bussinum var tosið um tey, sum velja at skaða seg sjálvi.
Í undirvísingini løgdu tey bæði Louise og Hallur stóran dent á at geva teimum ungu vitan um tey, sum gera slíkt og ikki minst um, hvussu ein skal reagera og kann fyribyrgja hesum.
- Vit fingu m.a. at vita, hvussu vit skulu spyrja tey sum skera seg sjálvi og hvussu vit skulu fyrihalda okkum mótvegis teimum. Tað er ógvuliga týdningarmikið at ein ikki ger tað tragiskt ella byrjar at rópa og skelda tey út.
- Og tað er eisini týdningarmikið at spyrja tey, hví tey gera so. Soleiðis kunnu vit royna at skilja tey og kanska fáa tey at hugsa øðrvísi, greiðir Julia frá.
Hon kennir sjálv ein sum hevur roynt at skorið seg, men visti tá ikki, hvussu hon skuldi bera seg at, ella hvat hon skuldi siga við viðkomandi.
Poul Kári hinvegin kennir ikki nakar sum hevur roynt at skera seg sjálvan. Men sum hann so beinrakið sigur tað:
- Kemur ein til tað seinni í lívinum, so er ein nú ikki heilt óvitandi um tað!