Mugu sleppa at spæla ímóti stóru tjóðunum

(SportBoxin - Rás2) Hoyr prát við Súna Olsen um Nations League og at venja B36 kvinnur

Súni Olsen sum fyllir 37 ár 7. mars er millum føroysku landsliðslegendirnar.

 

Í hesari øldini leikti Súni Olsen 53 A-landsdystir fyri Føroyar og skoraði fýra mál. Tað mest minniliga málið var tá Súni skoraði beinleiðis uppá fríspark ímóti Litava á Svangaskarði 9. september í 2009. Tá vunnu Føroyar 2-1.

 

Súni Olsen sær stórt ítróttarligt virðið í Nations League, har vit skulu royna okkum ímóti liðum sum vit kunnus spæla upp ímóti nú vit møta Malta, Aserbaidjan og Kosovo heima og úti.

 

Men Súni Olsen leggur stóran dent á, at tað er týdningarmikið sum gularót fyri spælararnar, at vit framvegis eisini kunnu møta teimum stóru tjóðunum í undankappingum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Súna Olsen í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

Samrøðan snúði seg eisini um starvið hjá Súna Olsen sum venjari hjá Betri kvinnuliðnum hjá B36. Nomið var eisini við Betri deildina hjá monnum.