Mugu spara uppá vatnið í Kollafirði, Kaldbak, Hesti, Nólsoy og á Sundi

Vatngoymslur í Kollafirði, Kaldbak, á Sundi, í Hesti og í Nólsoy ávirkaðar av frosti.

 

Vatngoymslurnar í Kollafirði, Kaldbak, á Sundi, í Hesti og í Nólsoy eru ávirkaðar av frosti og kava, soleiðis at tilrenningin av vatni er skerd. Fólk i hesum bygdum verða tí biðin um at spara upp á vatnið, meðan kavin liggur og tryggja, at vatn ikki rennur óneyðugt.

 

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.