Mugu standa saman ímóti Iran

Ísraelski forsetin, Shimon Peres, sigur, at allur heimurin eigur at standa saman og at noyða Iran at sleppa sínum kjarnorkuætlanum

- Iran ger sær dælt av, at heimurin stendur spjaddur, sigur Shimon Peres við franska blaðið Le Figaro.

 

Hann vísir á, at Vesturheimurin hevur leingi roynt at fáa altjóða samfelagið til at taka lógvatak fyri at steðga iransku kjarnorkuætlanunum, men uttan úrslit, tí summi lond eru ímóti.

 

- So leingi vit eru ósamd, er Iran sterkt, sigur ísraelski forsetin og minnir á, at altjóða trýst kann bera frukt. Lond sum Ukraina, Libya, Suðurafrika og Norðurkorea hava slept sínum kjarnorkuætlanum eftir altjóða trýsti, sigur hann.

 

Hildið verður fyri vist, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn, hóast landið ongantíð hevur viðgingið, at tað er so. Serfrøðingar halda kortini, at Ísrael hevur umleið 200 kjarnorkuløðingar.