Mikael Gren fylgir væl við í tí orðaskifti og skriving, sum hevur verið seinastu tíðina, eitt nú um tað er trygt at bora á djúpum vatni eftir vanlukkuna í Meksikoflógvanum.
-Eg haldi sjálvur, at tað er sera trygt, og at tað sum so ikki hevur nakað við vatndýpdina at gera. Eg haldi tó, at vit mugu ikki lata onkran annan taka ábyrgdina av okkara umhvørvi, og at vit mugu seta okkara egnu treytir fyri at tryggja, at okkara umhvørvi ikki verður ávirkað. Sjálvandi skulu vit eisini hava strangar treytir og reglugerðir fyri at tryggja trygdina hjá arbeiðsfólkini í hesi vinnu.
Mikael Gren roknar við, at tá ið úrslitini frá óhappinum í Meksikanska flógvanum fyriliggja, so verða strangari krøv sett til útgerð til brunnstýring. Hetta er so eisini nakað føroyingar eiga at umhugsa sum skjótast eftir, at vit vita, hvat hendi í Meksikoflógvanum.
-Eins og vit hava lært av øðrum størri vanlukkum mugu vit eisini taka við læru av hesi vanlukku og tað kann bara vera við til at betra um trygdina. Tíverri má oftani ein skelkur til fyri at okkurt skal blíva tryggari.
Mikael Gren, sum nú hevur nøkur ár í altjóða oljuvinnuni, heldur annars, at tann føroyska oljuvinnan hevur eina spennandi framtíð. Her eru nógv góð fólk, sum arbeiða miðvíst fyri, at henda vinnan skal hava eina framtíð her. Tað er sera týdningarmikið fyri Føroyar eisini at hava eina hjávinnu, men føroyingar mugu tryggja sær, at hon ikki fer at ávirka fiskivinnuna tann skeiva vegin.