Mugu taka ábyrgd í felag

Kristina Háfoss sigur, at kommunurnar og landið í felag mugu finna eina loysn at avmarka mongu almennu íløgurnar, sum verða gjørdar í løtuni.

- Tað er gleðiligt at síggja, at vit hava framgongd á øllum økjum í føroyska búskapinum, og at Búskaparráðið hevur hækkað metingina um búskaparvøkstur fyri 2015 úr 5,3 prosentum til 8,5 prosent, sigur Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú.

 

- Okkara uppgáva er nú at fáa eina trygga búskaparstýring. Í játtanarkørmunum fyri fíggjarlógina, sum vit viðgera nú, royna vit at binda okkum til at halda vøksturin í rakstrarútreiðslum aftur, umframt at vit royna at halda íløgurnar á einum hóskandi støði, sigur hon.

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at hon hevur hoyrt og skilt boðskapin frá Búskaparráðnum um, at landið og kommunurnar mugu samstarva betri um almennu íløgurnar og sigur, at fyrstu stigini eru longu tikin til tess.

- Fíggjarmálaráðið hevur havt fundir við Kommunufelagið, og vit eru farin undir eina byrjanartilgongd til eitt samstarv um íløgurnar. Fyrsta stigið er, at bæði kommunurnar og vit gera eitt yvirlit yvir íløgurnar komandi fimm árini. Síðani mugu vit seta okkum niður í felag og finna eina góða loysn um, hvussu íløgurnar kunnu gerast, uttan at búskapurin verður ovurhitaður, sigur Kristina Háfoss.

 

- Kommunurnar eru ein so stórur partur av búskapinum nú, at tað krevur betri og tættari samstarv enn áður, sigur hon og nevnir, at ein skattanevnd er sett, sum millum annað fer at hyggja at býtinum millum kommunu- og landsskatt.

 

- Eg ivist ikki í, at kommunurnar eisini kenna eina ábyrgd fyri sínum borgarum og í síðsta enda, so skulu bæði land og kommunur tæna sama borgaranum, sigur Kristina Háfoss.