Mugu taka lógvatak at bøta um ferðslutrygdina

Tað doyggja tvær ferðir so nógvir føroyingar í ferðsluvanlukkum, sum í hinum norðurlondunum

Síðani 2015 hava Føroyrar onga ferðslutrygdarætlan havt. Vit høvdu eina ferðslutrygdarætlan, sum gekk frá 2008 til 2015, men síðani hava vit onga nýggja fingið ístaðin. Og nú hevur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, spurt Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, hvussu gongur at leggja eina nýggja ætlan fyri ferðslutrygdina. 

Hon heldur at tað hevur stóran týdning, at vit fáa eina nýggja ferðslutrygdarætlan, tí ár eftir ár síggja vit í Noregi, Svøríki og Danmark, bróta síni egnu met í fáum deyðum í ferðsluni. Hjá teimum doyggja sløk trý fólk fyri hvørji 100.000 fólk, men hjá okkum er talið tvær ferðir so høgt, sigur tingkvinnan

 

Hon heldur eisini, at vit koma ikki sovandi til tryggari ferðslu, tí sum land mugu vit gera íløgur í tryggari vegir, tryggari bilar, kunningarátøk, økt politieftirlit og undirvísing.

 

Hon heldur, at tað er ein undarlig støða at vera í, at vit ikki vita, hví tað doyggja tvær ferðir so nógvir føroyingar í ferðsluni, sum tað doyggja í hinum norðurlondunum, og somuleiðis kann tað undra, at vit onga yvirskipaða ætlan hava fyri, hvussu vit venda hesi álvarsligu støðu.

 

Hendrik Old sigur, at fyri at gera nakað fyri at bøta um ferðslutrygdina, er tað neyðugt peningur verður játtaður til endamálið.

 

Men landsstýrið kann ikki einsamalt hava ábyrgdina av at seta tey neyðugu tiltøkini í verk, tí tað letur seg ikki gera uttan einum fíggjarligum íkasti frá kommunum og øðrum, sum vilja stuðla ferðslutrygdararbeiði.

 

Landsstýrismaðurin heldur sostatt, at hetta er eitt mál, sum má fremjast av øllum, sum á einhvønn hátt hava ferðslu sum sítt málsøki. Sostatt eru tað fleiri partar, sum mugu taka lógvatak saman um at fáa eina ferðslutrygdarætlan.

 

Hinvegin nevnir hann eisini, at seinastu tvey árini hava landsstýrið og Ráðið fyri Ferðslutrygd javnan tosað saman um, hvussu vit kunnu fáa eina nýggja ferðslutrygdarætlan.

 

Ì hesum sambandi hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd longu í februar í 2015 skrivað ein arbeiðssetning til eina Ferðslutrygdarætlan fyri árini 2015-2023,

 

Í Arbeiðssetninginum er eisini uppskot um, hvussu stýrisbólkur og arbeiðsbólkur skuldu skipast og í tí sambandi varð eisini mett, at brúk verður fyri einum skrivara í fullum starvi í 12 vikur

 

Tilsamans metti Ráðið fyri Ferðslutrygd at sjálvt arbeiðið at gera eina nýggja ferðslutrygdarætlan, fer at kosta 183.500 krónur

 

– Sjálvt fær Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki útvega hesa fígging, og Samferðslumálaráðið fer fyrst í komandi ári at kanna, hvussu fígging kann fáast til vega frá áhugapørtum í ferðsluni, soleiðis at gongd kann fáast á arbeiðið at endurskoða Ferðslutrygdarætlanina, sigur Hendrik Old.