Mugu útbúgva ung fólk til okkara høvuðsvinnur

Vit hava havt eina útbúgving í fiskireiðskapi, men hon fekk syndarliga lítla undirtøku

Tað er átrokandi at menna útbúgvingar til tørvin á arbeiðsmarknaðinum – serliga í høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuni. Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur víst á, at í summum førum er tað ringt at manna fiskiskipini og tí heldur hann, at tað er neyðugt, at vit fáa ein beinleiðis fiskimannaskúla í Føroyum.

 

 

Les eisini: Tað fer at enda galið við fiskimonnum í Føroyum

 

 

Hanna Jensen sigur, at í løtuni verður ikki arbeitt við at stovna ein fiskimannaskúla í Føroyum. Men hon leggur afturat, at hon ætlar at endurskoða økið í næstum.

 

– Tað er átrokandi at menna útbúgvingar til tørvin á arbeiðsmarknaðinum og serliga innan høvuðsvinnu okkara fiskivinnuna, sigur hon. Tí ætlar hon sær nú at seta sjøtul á arbeiðið sum skjótast, saman við viðkomandi skúlum, stovnum, feløgum og vinnuni.

 

Annars nevnir hon, at fyri tólv árum síðani varð ein yrkisútbúgving í fiskireiðskapi sett á stovn, serliga í troli og nót. Útbúgvingin var á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, men undirtøkan var syndarliga lítil, tí bara ein lærlingur varð útbúgvin.

 

Annars vísir Hanna Jensen á, at sum ber til at hava nakað av undirvísing og starvsvenjing í sjómansskapi og fiskivinnu bæði í fólkaskúla og í miðnámsskúla. Har verður nomið við fiskireiðskap, fiskimið, fiskasløg og hagreiðing av fiski. Og hon sigur, at nú fer hon at kanna, hvussu nógv verður gjørt við hetta í skúlum kring landið, og hvør tørvurin annars er.

 

Í hesum sambandi ætlar hon sær at kunna meiri um tann partin av okkara skúlaskipan, sum vendir sær beinleiðis til okkara høvuðsvinnur.  Og í hesum sambandi fer hon eisini at fáa greiði á,  hvørji skeið, ella hvørjar útbúgvingar, mangla, ella kunnu verða styrktar, so at vit altíð hava viðkomandi útbúgvingartilboð til okkara høvuðsvinnu, sigur hon.