- Nógv orka verður brúkt til at marknaðarføra Føroyar í útlendsku ferðavinnuni, men menningin av Føroyum sum ferðamannaland stendur ikki mát. Tað er av alstórum týdningi, at vit eru fyrireikað til at taka ímóti alsamt fleiri ferðafólkum, og her má náttúruvernd standa heilt ovarlaga á breddanum.
Soleiðis sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð.
Arkitektadagar eru á skránni um vikuskifti, og tað merkir eisini Vikuskiftis Sosialin. Les meira um at verja okkara søgu, um at verja náttúruna frá ferðafólkum og at fáa borgarar við í býarmenningina, í Vikuskiftis Sosialinum í dag.
Vikuskiftið kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.