Tað eru nú nakrir mánaðir síðani at nýggj landgongd varð sett upp úti í Nólsoy. Tað hevur leingi verið eitt ynski um nýggja landgongd, so at koyristólar kunnu koyra umborð og í land í Nólsoy.
Men í gjárkvøldið mundi staðist skaði av nýggju landgongdini. Landgongdin fer niður í eitt spor, men í gjárkvøldið hendi tað, at skipið fór so langt út frá keiini, at landgongdin fór úr sporinum og datt niður á fótin. Hetta hendi júst sum stýrimaðurin, Dánjal Húsgarð, var farin út á landgongdina at loysa eina ketu, sum spent er tvørtur um landgongdina.
So tá landgongdin skramblaði niður, skramblaði Dánjal Húsgarð niður við, og umborð á Rituni siga teir, at vildi illa til, endaði Dánjal Húsgarð í havinum.
Orsøkin til, at Ritan fór so langt út frá keiini er hon, at springið gerst so langt, at ilt er at fáa skipið at liggja trygt. Ein nýggjur pullartur er gjørdur at binda Rituna í, men hesin er farin, og enn er eingin nýggjur settur upp.
Manningin á Rituni sigur seg fleiri ferðir hava gjørt vart við hendan trupulleikan, men sum so ofta áður skal nærmast ein vanlukka til, áðrenn skaðin verður bøttur.
Nú fara menn frá Tórshavnar Maskinverkstaði kortini at bøta um landgongdina soleiðis, at báturin kann liggja væl longri úti frá keiini uttan at vandi skal verða fyri, at sama óhappið skal henda aftur.
Dánjal Húsgarð mátti í morgun fara til lækna at kanna seg vegna snuddin hann fekk í gjárkvøldið.