Millum mongu áskoðararnar, sum í hesum døgum eru í Belgia og Hollandi og hyggja at EM, eru sjálvsagt eisini nakrir føroyingar.
Ein teirra er nólsoyingurin, Tórálvur Poulsen, sum er í ferðalagi við fýra havnarmonnum, Áka Joensen, Búa Dam, Boga Øster og Ragnar Rasmussen.
Mikukvøldið vóru teir staddir á King Baduin Stadion í Bruxelles, har hálvfinalan millum Frakland og Portugal var á skránni, og einki er at taka seg aftur í, at talan varð um eina stóra uppliving hjá teimum fimm.
- Tað kann als ikki greiðast frá, hvussu stór upplivingin er. Stemningurin runt vøllin var ótrúligur, og tá talan samstundis er um nakrar av heimsins bestu leikarum, so er alt bara í topp, sigur Tórálvur. Áður hevur hann annars verið til dyst millum Arsenal og Liverpool, men hetta er fyri einki at rokna afturímóti sigur hann.
Tá vit hóskvøldið tosaðu við Tórálv, vóru teir júst á veg til fronsku venjingarleguna, sum lá skamt frá bústaði teirra, og vónaðu teir sjálvsagt at hitta onkran av fronsku heimsmeistarunum. Í morgin gongur so leiðin til Rotterdam, har teir við egnum eygum kunnu síggja, um tað nú eisini eydnast Fraklandi at vinna finaludystin.
Friðarligt
Ein kundi kanska verið bangin fyri, at talan fór at gerast um rok, tá eysturríski dómarin móti endanum av dystinum bríkslaði fyri brotssparkið til Frakland. Rok varð, men bert á vøllinumm, greiður Tórálvur frá.
- Einar tíggju minuttir eftir dystin var leikvøllurin longu manntómur, og um kvøldið var so at siga einki rokn, sigur hann. - Einasta, sum sást ella hoyrdist nakað til, vórðu nakrir glaðir fraklendingar, sum fegnaðust um, at tað var eydnast teimum at koma í finaluna.
Mundu mist finaluna
Teir fimm vóru nevnliga fyri eini skelkandi hending mikukvøldið, sum teir tó koritni kundu flenna eitt sindur at hóskvøldið.
Eftir at hava sæð hálvfinaluna, gjørdu teir av at fara á eina café, har teir so vórðu sitandi í einar tveir tímar.
Afturkomnir til bilin sóu teir, at onkur hevði brotið rútin í bilinum. Stereoannleggið varð stolið, eins og ein ryggsekkur, og hetta var sjálvandi at harmast um, men týdningarmestu lutirnir í bilinum vóru tó eftir.
Hevði tjóvurin nýtt eyguni eitt lítið sindur betri, hevði hann sæð, at fimm atgongumerki til finaludystin í Rotterdam eisini vóru í bilinum. Einki er at taka seg aftur í, at virði á hesum hevði verið nakað væl størri enn virði á tónleikabúnaðinum, um hesi vórðu seld uttan fyri stadion á dystardegnum. Vanliga verða líknandi atgongumerki seld fyri einar 20.000 kr. fyri hvørt, tá svarti marknaðurin er í fullum blóma.
Nú høvdu teir so fingið okkurt rútaskapilsi sett í bilin, og í morgin halda teir so leiðina til Rotterdam, og ivaleyst verður ansað væl eftir, at eingin ókunnumaður fær hendur á atgongumerkjunum.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm