Hergeir Nielsen
løgtingsmaður
Um brot á stýrisskipanarlógina tá danskar lógir verða lýstar í Føroyum uttan løgtingsviðgerð ella løgtingssamtykt
1. Hvat hevur løgmaður gjørt - ella hvat ætlar hann at gera - til tess at støðga undirgravingi av løgtingsins myndugleika og brotunum á stýrisskipanarlógina, sum verða framd, nú danskir myndugleikar lýsa eina røða av lógum og kunngerðum at galda í Føroyum, sum hvørki hava fingið viðgerð ella eru samtyktar á løgtingi?
2. Hevur landsstýrið góðkent hesa framferð hjá donskum myndugleikum - og um so er, hvør hevur ábyrgdina av hesum brotum á vunnu rættindinunum hjá Føroya Løgtingi?
3. Rindar landsstýrið fyri, at hesar lógir, sum undirgrava fólkaræði føroyinga verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum?
4. Hevur sitandi landsstýrið játtað at gjalda fyri at kunngera tær hernaðarlógirnar, ið danskir myndugleikar lýstu í Føroyum, hóast undanfarna landsstýri og eitt samt løgting mótmælti og kravdi tær afturtiknar?
Viðmerkingar
Í vikuni kom Kunngerðablaðið B við postinum. Har vórðu lýstar fleiri danskar lógir og kunngerðir at galda í Føroyum. M.a.:
- Broytingar í Nato-sáttmálanum
- Kunngerð um rentugjald fyri skuld, ið er fallin til gjaldingar
- Lóg um altjóða dómstólin fyri krígsbrotsverk
Onki av hesum er samtykt á Føroya Løgtingi.
Sostatt eru tey vunnu rættindini hjá Føroya Løgtingi skúgvað til viks við einum pennastroki. Løgtingið hevur í fleiri ættarlið barst fyri at staðfesta sín rætt sum evsta vald í Føroyum og fyri, at ongin kann taka avgerðir um føroysk mál uttan um Løgtingið
Nú verða lógir lýstar at galda fyri Føroya fólk, sum hava stóra ávirkan á rættartrygd hins einstaka og fyri samfelagið alt, uttan at Føroya fólk hevur allarminstu demokratisku ávirkan á hetta.
Hetta minnir mest av øllum um, at einaveldið hjá Kongi er sett í gildi aftur.
Hetta er samtundis greitt brot á stýrisskipanarlógina, har m.a. kann vísast til hesar greinar:
"§ 15. Løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.
Stk. 2. Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt, uttan at tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á løgtingi.
(...)
§ 47. Áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg ella kongliga fyriskipan, sum setur í gildi ríkislóg fyri Føroyar, kann bert verða gjørd við ríkislógartilmæli.
(...)
§ 51. Landsstýrið umboðar heimastýrið mótvegis ríkismyndugleikunum.
Stk. 2. § 52, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum.
(...)
§ 52. Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.
Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.
Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.
Samanumtikið er sostatt talan um eitt sera grovt og álvarsligt brot á Løgtingsins heimildir.
Hetta ásannaði eitt samt løgting eisini í málinum um hernaðarlógirnar, ið vórðu lýstar at galda í Føroyum í 2002.
Í løgtingsmáli nr. 119/2002 verður sagt í viðmerkingunum:
"Í seinastu viku hendi eitt álvarsligt skifti í stýrisskipanarviðurskiftum Føroya. Danska stjórnin setti av sínum eintingum eina røð av lógum og kunngerðum í gildi í Føroyum móti vilja Løgtingsins.
Hetta er sera álvarsamt.
Fyri at forða fyri, at hetta mál í 55 ára gomlu søgu heimastýrisins skapar fordømi fyri, at hetta verður vanlig mannagongd frameftir, verður mælt til, at hesar lógir kunngerðir etc. verða tiknar av í stundini. Hervið verður staðfest tað, sum higartil hevur verið galdandi siðvenja í Føroyum, at eingin ríkislóg fær gildi, uttan at tingið samtykkir tað."
Nú er henda manngongd so víðkað til at galda fyri eini røð av øðrum økjum eisini, og tí verður roknað við, at løgmaður longu hevur tikið stig til at mótmæla og støðga hesi gongd.