Munur á flokkum!

Tá ið javnaðarhugsjónin í Føroyum mentist og so við og við noyddi hinar stirðnaðu afturhaldsflokkarnar ? Sambandið og Sjálvstýrið ? at hugsa um annað, enn at keglast um hvørjir av teimum vóru betri ella verri føroyingar, brast av álvara fyri nevi í føroyskum politikki.

Hvinini vóru ønskrilig, og ræðsluslignir vendu hesir flokkar sær nú móti javnaðarflokkinum, tí teir kendu seg hóttar. Og tað er júst tað sama, sum enn sjeyti ár seinni er veruleiki í føroyskum politikki.

Allir sum ein venda teir sær ? heilt frá tí døkka sambandinum til hin innantóma tjóðveldisflokkin ? ímóti javnaðarflokkinum, tí teir vita, at hann er einasti flokkur, sum arbeiðir fyri áhugamálunum hjá fjøldini og ikki rekur einstaklingapolitikk til frama fyri teimum fáu. Føroyskir javnaðarmenn vóru tjóðskaparsinnaðir. Alskurin til land og tjóð brann teimum í barmi, men teir vildu varðveita ríkiseindina.

Og tað vil javnaðarflokkurin enn, men í broyttum líki.

Hann vil, at talan skal vera um tvey fræls lond og tvær frælsar tjóðir á jøvnum føti í einari ríkiseind!

Teir, ið stovnaðu javnaðarflokkin, vistu, at um føroyingar skuldu fáa betri kor í egnum landi, so mátti fólkið gerast fíggjarliga frælst og ikki knógva undir tilvildarligum einstaklingaveldi.

Og javnaðarflokkurin hevur ikki broytt hugburð á hesum øki, tí vælerðin hjá hvørjum mansbarni í hesum landi liggur honum fremst í huga.

Tað er fyri at tað skal verða liviligari á øllum økjum hjá fjøldini, at javnaðarflokkurin stríðist.

Ikki løgið, at flokkarnir, sum berjast fyri áhugamálunum hjá teimum fáu, sum vilja ræna fólksins ognir við privatiseringum, eru ræddir.

Teir eru nevniliga deyðaræddir fyri, at føroyski veljarin skal skoða aftur um hin kapitalistiska gekka-skortin, tí tað er eingin tespilig sjón!

Tað var slitmaðurin ? hann sum í stormi og kavaroki bardist við ís og ódnir á nær- og fjarleiðum, sum bygdi hetta land!

Men, tá ið hann vendi sær til hasar afturhaldsflokkarnar, sum hugsaðu á húskallastøði, var svarið oftast eitt tvørt nei.

Og hugburðurin hjá okk-ara mótstøðuflokkum er so syndarliga lítið broyttur! Tað gevur at býta, hvussu fiskivinnupolitikkurin hjá tí landsstýrinum, sum enn hýkur í Tinganesi, sær út.

Og eina grefligast er hann móti teimum smærri útróðrarbátunum.

Tí líkist tað nøkrum, at teir smáu útróðrarbátarnir ikki sleppa at fiska frítt, men eru bundnir av ávísum dagatali?

Fiskimálaráðharrin og hansara ráðgevarar halda kanska, at fiskurin, sum av hungri kemur inn undir land, ger størri nyttu, um hann doyr í raki, enn at hann verður fiskaður, og kemur útróðrarmonnum til gagns.

Í skjótt fýra ár hava vit nú havt ta vanlagnu, at vit hava havt ein løgmann, sum summir av hansara egnu partamonnum siga er óútrokligur og tí kann finna upp á hvat sum helst.

Javnaðarflokkurin vildi ikki finna seg í at vera í samgongu við einum løgmanni, sum førdi seg fram sum einaræðisharri og forðaði nærum øllum javnaðar-áhugamálum at vinna minsta frama, og tí fór hann eisini úr samgonguni.

Hann vónaði nýval, men tað glapp, tí fólkaflokkurin tevjaði fong og helt, at nú vóru løgir at sorla allar tænastur sundur, sum javnaðarflokkurin hevði slóðað fyri, og tað almenna átti. Tí kom hann løgmanni til hjálpar, og samgonguskjalið hjá samgonguni, sum hvarv, varð drigið framaftur.

Nýggj samgonga varð gjørd, og veldugar privatiseringsætlanir vórðu settar út í kortið.

Men, tað kann sigast, at tað mundi vera lagnunnar speisemi sum gjørdi, at sami løgmaður, sum av sínum egnu var sagdur at vera óútrokniligur, fyri stuttum kendi seg so fast traðkaðan á tærnar í sínum egna valfelag, skrivar út val og soleiðis á hesum sinni forðaði fyri, at teir gyltu dreymarnir hjá fólkaflokkinum vunnu frama.

Í sínari ótrúligu nalvaskoðan júkar sami løgmað-ur í tíð og ótíð, at tað er sambandsflokkinum mest fyri at takka, at umstøðurnar eru batnaðar.

Við honum á odda er gongdin vend, sigur hann. Men hann gloymir at siga, at toskafiskiskapurin er meira enn seksfaldaður við Føroyar í hesum tíðarskeiði, hann hevur verið løgmaður.

Hann gloymir eisini at siga, at sildin, sum var horvin úr føroyskum havøki, er komin aftur.

Og hann gloymir eisini at siga, at rentustøðið hesi árini hevur verið sera lágt.

So at samgongan við sambandsflokkinum og honum á odda hevur vent nakrari gongd, er beinleiðis ósatt.

Heldur enn dugnaskapur var hetta ber tilvild ? ein tilvild, sum vit kortini eiga at fegnast um, tí uttan hana hevði myndin sæð heilt øðrvísi út.

Og tá hevði verið lítið um okkara breggjandi løgmann.

Fólkaflokkurin rósar sær av skattalættanum, men sjálvandi gloymir hann at siga, at tað var meðan Jóannes Eidesgaard hevði fíggjarmál um hendi í landsstýrinum, at skjøtil varð settur á skattalættan.

Hetta gjørdi hann, hóast sambandsflokkurin av øllum alvi spenti ímóti.

Eisini eiga vit at hava í huga, at skattalættin til fiski- og sjómenn gevur teimum, sum hava eina góða inntøku, mest.

Ein maður, sum vinnur 150 túsund kr. fær 22.500 kr. í skattafrádrátti, meðan ein, sum vinnur eina millión, fær 150 túsund í skattafrádrátti, ella tað sama sum fyrrnevndi hevði í ársinntøku.

Men soleiðis er fólkaflokspolitikkur!

Javnaðarflokkurin byggir sínar hugsjónir á tað besta, sum er í fólkinum.

Hann hevur álit á, at tað býr eitt gott fólk í hesum landi.

Hann trýr at føroyingar eru førir fyri at menna hetta samfelagið á øllum økjum. Og hann byggir sína stevnu á, at øll í samfelagnum eiga at fáa lut í samfelagságóðanum.

Tí stríðast vit eisini av øllum alvi fyri at gomul og sjúk, einkjur og faðir- ella móðurleys skulu fáa so góð kor sum møguligt.

Enn eru vit ikki komnir á mál, men ivist ikki í, at vit fara at halda fram við at stríðast fyri einum betri og rættvísari samfelag á øllum økjum.

Men, fyri at náa tí málinum er neyðugt, at veljararnir standa manniliga saman um javnaðarflokkin valdagin 30. apríl.

Gott val.


 Jógvan Adolf Johannesen