Setti meg við áhuga at hyggja at FM svimjing í beinleiðis sjónvarpi í dag. Spennandi er at síggja raskar svimjarar geva alt teir eiga og sjónliga vísa gleði sína yvir flott úrslit og góðar tíðir.
Tað var landsstýriskvinnan í mentamálum, sum fekk heiðurin at seta FM 2016 á stuttgeil, og var hetta ein góð løta. Sum hon sjálv lýsti týdningin av svimjing, so vísti hon á, at svimjing fevnir um alt, líka frá morgunfrúum til pinkubarnasvimjing, havsvimjing, parasvimjing, skúlasvimjing til meistarasvimjing.
Ja, soleiðis verður parasvimjing av landsstýriskvinnuni heilt einfalt ikki bólkað í meistarasvimjing, og landsstýriskvinnan gloymir kanska júst av somu orsøk at nevna, at Krista Mørkøre, sum annars hevði verið við til FM kappingina hetta vikuskifti, í hesum døgum er í Funchal til evropeiska meistaraskapið. Gott í landsstýriskvinnuna, at hon hon ikki gloymir Pál Joensen, sum skal kappast í Rio í heyst. Undrist tó á, at hon ikki nevnir paralympiska svimjaran, sum eisini í heyst fer at kappast í Rio og tá undir Merkinum.
Munur verður gjørdur á – neyvan við vilja – men lat okkum vera fevnandi og heldur gloyma at gera mun á, enn at gloyma tað, sum vit sum tjóð eiga at síggja stórt í.
Við hesum verður ynskt føroysku svimjarum okkara í olympisku og paralympisku leikunum bestu eydnu í Rio.
Tóra við Keldu