Ein høvuðsregla í heimsins rættarsamfeløgum er, at øll skulu vera líka fyri lógini. Hetta er tó ikki altíð galdandi, tá tað snýr seg um skatting. Føroyingar rinda skatt eftir fleiri ymiskum skipanum:
Vanligur skattur í Føroyum
Løntakarar á landi í Føroyum rinda allir landsskatt eftir somu talvu, landsskattatalvuni, meðan kommunuskatturin er ymiskur alt eftir hvørjari kommunu, skattgjaldarin býr í. Umframt botnfrádráttin ber í høvuðsheitum bert til at draga gjøld til privatar eftirlønartryggingar frá í brutto-inntøkuni. Afturat skattinum koma so eisini ymisk sosial gjøld.
Dømi:
Inntøka
300.000
400.000
500.000
600.000
Skattur
104.618
145.958
187.298
233.638
Social gjøld
14.430
18.600
22.770
25.940
Til samans
119.048
164.558
210.068
259.578
Samlað skattaprosent
39,68
41,14
42,01
43,26
Marginalskattaprosent
45,51
45,51
50,51
49,26
Í talvuni er skatturin roknaður út eftir landsskattatalvuni fyri í ár og við einum miðal kommunuskattaprosenti á 21,34. Sosialu gjøldini umfata arbeiðsmarknaðargjald á 1,75 prosent av skattskyldugu inntøkuni, Heilsutrygd á 12 ferðir 160 krónur + 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni, barsilsgjald á 0,62 prosent og ALS-gjald á 1,25 prosent – tó í mesta lagi 6.500 krónur um árið. Hámarkið fyri ALS-gjaldinum merkir, at onki ALS-gjald verður rindað av inntøkum omanfyri 520.000 krónur (1,25 prosent av 520.000 er 6.500).
§25 B-skipanin
Upprunaliga vóru reglurnar í §25 B í skattalógini ein serskipan fyri útisiglarar við útlendskum ferða-, farma- og offshore-skipum, men síðani á nýggjárinum er skipanin víðkað til at fevna um nærum allar løntakarar, ið arbeiða uttanlands, bæði á landi og sjógvi, og sama um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur. Skipanin fevnir tó ikki um føroyingar við norðurlendskum fiskiskipum ella við FAS- og DIS-skrásettum skipum.
Løntakarar í §25 B-skipanini fáa ein serligan skattafrádrátt á 30 prosent av ársinntøkuni, tó í mesta lagi 120.000 krónur. Tað sum eftir er, verður síðani skatta við einu fløtum skatti á 35 prosent. Løntakarar í skipanini, sum hava føroyskan arbeiðsgevara, rinda øll tey sosialu gjøldini, sum løntakarar á landi í Føroyum eisini rinda, men um arbeiðsgevarin er útlendskur, slepst undan at rinda til ALS og Barsilsgrunn – tó ber til sjálvboðið at rinda hesi gjøld eisini.
Í døminum verður ikki goldið til ALS og Barsilsgrunnin, og arbeiðsgevarin er føroyskur.
Dømi:
Inntøka
300.000
400.000
500.000
600.000
Skattur
73.500
98.000
133.000
168.000
Sosial gjøld
12.360
15.840
20.010
23.180
Til samans
85.860
113.840
153.010
191.180
Samlað skattaprosent
28,62
28,46
30,60
31,86
Marginalskattaprosent
27,98
39,17
39,17
37,92
(Kelda: Vinnuhúsið)