Kristina Háfoss ætlar nú at broyta treytirnar fyri at keypa á internetinum. Hon hevur greitt Løgtinginum frá, at hon er í ferð við at endurskoða skipanina við tí endamáli at finna eina loysn, sum bæði føroyska handilslívið, og tey, sum keypa í internetinum, kunnu góðtaka
Bárður Nielsen, løgtingsmaður, reisti spurningin í Løgtininum mikudagin. Hann vísti á, at avleiðingin av núverandi skipan kann vera at føroyska handilsvinnan fer fyri bakka, tí tær klára ikki at kappast ímóti øllum tí, sum verður keypt bíliga á internetinum.
– Skulu vit varðveita eitt ríkt handilslív í Føroyum, er minstakravi, at føroyskir handlar ikki eru fyri vanbýti í kappingini. Og tað kann ikki vera meingin, at handlar í Kina skulu hava størri fyrimunir í Føroyum enn føroyskir handlar.
Fólk kunnu keypa tollfrítt og mvg frítt á internetinum fyri 300 krónur, og handilsvinnan í Føroyum hevur mangan givið ilt av sær, tí tey halda, at kappingin er skeiklað, tí føroyskir handlar kunnu ikki selja tollfrítt og mvg frítt fyri 300 krónur. Føroyska handilsvinnan hevur tí fleiri ferðir heitt á politiska myndugleikan um at endurskoða skipanina, so at teir fáa kappast á jøvnum føti við teir handlar, sum fólk keypa frá á internetinum.
Kristina Háfoss sigur, at fólk eiga at varðveita møguleikan at keypa á internetinum, me hon skilur eisini væl, at handilslívið í Føroyum ger vart við seg. Hon sigur eisini, at eitt ella annað minstamark má vera, tí annars kann umsitingarligi kostnaðurin av at krevja toll og mvg av eini vøru, verða størri enn upphæddin, sum skal krevjast inn.
Tí ætlar hon at gera eina smidligari skipan, har fólk varðveita ein fyrimun at keypa á internetinum, uttan at handilslívið í Føroyum følir seg vera við sviðusoð í kappingini.
Hilbert Elisson, løgtingsmaður, heldur, at vit í Føroyum eru nóg fjarskotin, sum er og at vit ikki eiga at taka nøkur stig, sum isolera okkum enn meiri. Hann sigur, at keyp á internetinum, er ein hentur møguleiki hjá fólki sum annars ikki hava ráð til at rinda okursprísir fyri eina vøru.
Hansara boðskapur er, at markið upp á 300 krónur, skal ikki lækkast – men hann hevur einki ímóti at tað verður hækkað.
Eisini Bjørt Samuelsen heldur, at vit eiga at hava mark, men markið upp á 300 krónur er kanska nakað høgt. Hon sigur, at øll, sum hava ráð at ferðast, keypa fyri mangt slíkt uttanlands, uttan at rinda mvg.
Hon heldur, at handilin á internetinum hevur stóran týdning fyri nógv fólk, men hinvegin heldur hon ikki, at talan kann verða um at øll skulu kunna keypa í handlum í Føroyum fyri 300 krónur, uttan at rinda mvg, hevði landskassin mist ørandi upphæddir.