Í Danmark vísa meiningakanningar framvegis, at andstøðan hevur størri undirtøku millum veljararnar enn flokkarnir aftan fyri stjórnina. Men tann seinasta kanningin, sum Berlingske Ridende hevur latið gera, vísir, at nú er munurin farin at minka.
Eftir hesari kanningini høvdu andstøðuflokkarnir fingið 49,7 prosent og 88 tinglimir, meðan stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið 49 prosent og 87 tinglimir.
Politiski framsøgumaðurin hjá Vinstra, Peter Christiansen, sigur við Berlingske Tidende, at hann ivast ikki í, at flokkurin fer at fáa størri undirtøku ta næstu tíðina.