Munurin í toppinum fer at minka

Hondbóltur: Kyndil er á odda hjá bæði monnum og kvinnum, men hvørgin av teimum spælir hetta vikuskiftið, og tí fáa hini liðini møguleika fyri at minka um munin

Teir mongu ídnu hondbóltsspælararnir kring landið leggja aftur til brots í dag og í morgin, og bæði í mans- og í kvinnudeildini fer munurin millum oddaliðið og hini at minka, stutt og greitt tí Kyndil, sum í løtuni er fremst hjá bæði kvinnum og monnum, als ikki spælir hetta vikuskiftið.

Í mansdeildini gevur tað liðum sum StÍF, VÍF og H71 møguleika fyri at taka inn á oddaliðið, serliga kann roknast við, at H71, sum annars hevur tapt tvær ferðir á rað, fer at minka munin niður í tvey stig frá teimum fýra, sum eru í løtuni. Hoyvíkingar, sum framvegis eru nummar tvey, spæla í morgin á heimavølli móti Tjaldrinum, og her er H71 stórfavorittur. Vit hava ferð eftir ferð endurtikið, at Tjaldrið dugir meir enn støðan vísir, men tað eru hóast alt 17 stig á muni millum liðini, sum fara á vøllin í morgin.

Ikki tí: H71 hevur fyrr havt trupulleikar við teimum lægru liðunum, og so seint sum fyri einari viku síðani komu teir sær út í rættiligt óføri móti KÍF. Tjaldrið hevur hinvegin fingið Sverra Justinussen við á liðið. Í 80-unum vóru hann og Jens Martin Knudsen kanska besta makkaraparið í føroyskum hondbólti, og so er spurningurin, um teir báðir kunnu gera ein veruligan vørr í morgin, hóast hvørgin teirra hevur gjørt stórvegis við hondbóltin seinastu árini.

Allir tríggir dystirnir í mansdeildini verða spældir í morgin, og tann mest áhugaverdi sær út til at vera tann á Skála millum StÍF og KÍF. Bæði liðini vunnu stórsigur seinast og munnu vera full av sjálvsáliti. Serliga hjá strandingum, ið er einasta av teimum ovastu liðunum, sum ikki hevur útlendska ávirkan, kom ruddiligi sigurin móti Neistanum í Havn seinasta leygardag væl við, eftir at teir hava verið í einum aldudali, sum byrjaði við tapinum í steypafinaluni fyri trimum vikum síðani.

KÍF imponeraði eisini við stór sigrinum á H71, og tað var minni saknur í teimum trimum HB-monnunum, enn tey flestu ? eisini KÍF-ararnir sjálvir ? høvdu roknað við.

StÍF á Skála verður ein onnur og ikki minni torfør uppgáva hjá kollfirðingum, sum hava tryggjað sær plássið í bestu deildini komandi ár, sum sostatt verður fjórða ár á rað, at KÍF er í 1. deild ? ikki so galið av einum liði, sum má av bygdini hvørt venjingarkvøld og hvørt vikuskifti?

Føroyameistararnir seinastu tvey árini, VÍF, fáa vitjan av Neistanum, sum sær út til at hava mist eitt sindur av luftini, hóast bæði Heini Joensen og Tróndur Hansen eru komnir á liðið. VÍF hevur hinvegin, eftir nøkur fyri teir sera vánalig úrslit áðrenn jól og eftir nýggjár, sníkt seg uppaftur og er nú aftur ein av fremstu avbjóðarunum til FM-heitið. Um teir megna at vinna tað, verður tað triðju ferð á rað, og tað hava vestmenningar ikki megnað síðani árini 1985-87. Um tað eydnast teimum at vinna í morgin ? og tað skuldi ikki verið ómøguligt ? koma teir upp á 18 stig, og so eru aftur bert trý stig upp til ovasta plássið.

Neistin sær út til at fara at enda á plássinum, teir hava nú ? nummar fimm. Tað er ikki so óvæntað, men Neistin hevur verið hægri uppi fyrr í kappingini, sum nú ikki er heilt so jøvn, sum hon var í grundspælinum.


Bert ein kvinnudystur

Hjá kvinnunum verður bert ein dystur í 1. deild hesaferð, og er hann í Klaksvík millum tveir teir størstu kappingarneytarnar hjá oddaliðnum Kyndli.

Seinast Neistakvinnur vóru í Klaksvík og spældu móti Stjørnuni, vunnu tær so ruddiliga, og hetta er framvegis einasti ósigur hjá Stjørnuni á heimavølli higartil í landskappingini. Hjá báðum liðunum er hetta dysturin, sum skal avgera, um tey skulu halda fram at hótta Kyndil, ella um tey endaliga missa FM-møguleikan.

Hvørki Stjørnan ella Neistin hevur ráð til at tapa í morgin, og bara tað kann gera dystin til nakað heilt serligt. Neistin hevur bert spælt seks dystir og er tí á pappírinum liðið, sum hevur bestu møguleikar at koppa Kyndli av ovastu rók. Stjørnan hevur spælt sjey dystir og hevur 17 stig, eitt fleiri enn Neistin.


Steypakapping

í Vestmanna

Tað verður annars nógvur hondbóltur í Vestmanna í dag. Tað eru steypakappingarnar hjá gentum og dreingjum 16 ár og hjá gentum og dreingjum 10 ár, sum skulu fáast frá hondini. Byrjað verður longu klokkan 9.30, og so verður hildið á til klokkan 17, tá finalan hjá gentum 16 ár byrjar. Luttakandi liðini eru hjá dreingjum 16 ár: Neistin a, StÍF, KÍF og VÍF/Kyndil. Hjá gentum 16 ár: Neistin a, Kyndil, VÍF og StÍF. Hjá dreingjum 10 ár: H71a, Neistin a, Kyndil, SÍF, Tjaldur a og Stjørnan. Og hjá gentum 10 eru liðini: StÍF b, VÍF a, Neistin a og Stjørnan.