Í ævisøgu síni sigur Nelson Mandela, at tað býr ein kjarni av góðlyndi í hvørjum einasta menniskja, eisini í hjartanum á tí versta fangavørðinum. Og hann veit, hvat hann skrivar um. Tí heili 27 ár sat hann í fangatippi hjá apartheidstýrinum, harav fleiri ár í tí tiltikna fongslinum á Robben Island uttan fyri Capetown.
Tann sjúkliga hugsjónin, sum hann valdi at stríðast ímóti, - hugsjónin um, at fólk við ljósari húð eru meiri verd enn brún og svørt - var líka einføld og ræðulig ísenn. Hansara egna hugsjón var eisini einføld. Hansara krav var, at Suðurafrika skuldi skipast eftir demokratiskum leisti.
Kommunistarnir royndu at fáa Mandela í teirra part, og apartheidstýrið vildi vera við, at hann var vorðin kommunistur. Men Mandela vildi ikki tengjast afturat nakrari einstakari búskaparligari hugsjón. Hann vildi als ikki lata seg draga av nøkrum uttan fyri Suðurafrika.
Tað, sum hann sá, var eitt stórt brotsverk. Í tríggjar øldir høvdu hvít og svørt livað fyri seg, men seinast í 40'unum varð hesin skilnaður ásettur við lóg í einari skipan, sum í hvørjum einasta smáluti var ræðulig, umfatandi og sterk.
Sannførdur kristin
Mandela var ímóti hesum, og tað fekk avgerandi ávirkan á lagnu landsins. Stjórnin royndi at eyðmíkja hann, hon royndi at revsa hann og at fjala hann. Hansara fangavørðar og vaktarmenn royndu at fáa hann at broyta áskoðan aftur fyri linari revsing, men teir mistóku seg. Tí hesin fangin vildi ikki lata saeg ávirka. Hansara hugsjón var ikki til sølu.
Mandela vildi ikki úr fongslinum, og hann gjørdi myndugleikunum greitt, at hann vildi als ikki tingast um sína egnu sannføring ella rættindini hjá suðurafrikanska fólkinum. Úrslitið av hesum varð eitt hugvekjandi orðaskifti millum fangan og myndugleikarnar, og nú vóru tað kúgararnir, sum lurtaðu eftir fanganum.
Kúgararnir kallaðu seg kristnar og søgdu seg hava ta hollendsku kirkjuna aftan fyri seg, men Mandela var eisini sannfødur kristin, og í ævisøguni heilsar hann einum presti, sum í einari prædiku hevði mint tann altvaldandi á, at summi av hansara børnum vórðu meiri kúgað enn onnur, og at tað stundum kundi tykjast, sum at Harrin einki legði í tað.
Men var Harrin ikki sinnaður at geva tí svarta manninum frælsi, mátti tann svarti maðurin taka málið í egnar hendur, og tað gjørdi Mandela. Hann var føddur høvdingasonur, gjørdist seinni tað, sum vit í dag kanska høvdu kallað yvirgangsmann, og skjótt varð hann valdur til leiðara í ANC.
At lesa ævisøgu hansara er at lesa eitt stórverk, ikki bert í vavi, men tað kennist, at hetta er søgan um ein politiskan vilja, eina politiska megi. Brennievni hansara var vreiðin, bardagi hansara var moralskur, og fongsulstíðin gjørdist ein spurningur um æru.
Litblindur demokratur
Tað varð apartheidskipanin og ikki Mandela, sum kom at avgera, hvussu stríðið skuldi fara fram. Hansara fyrsta mál var eitt stríð uttan harðskap. Tað var tað øvugta av tí, sum apartheidskipanin gjørdi, og ein dag skilti Mandela, at hann og hansara máttu gera tað sama.
Í Evropa vóru nazistarnir júst niðurbardir, tá suðurafrikanska apartheidskipanin varð sett í verk. Men Mandela lat seg ikki ávirka av tí, sum hendi aðrastaðni í heiminum, og kanska komst hetta partvíst av, at hann sat avbyrgdur frá umheiminum. Hansara stríð snúði seg um Suðurafrika, og hansara vón um at røkka rættvísinum ein dag var ikki ávirkað av nakrari vón um hjálp uttaneftir.
Í 1987 og 1988 lýsti apartheidstýrið Suðurafrika í undantaksstøðu. Altjóða trýstið á landið vaks nú av álvara, og fleiri útlendskar fyritøkur rýmdu úr landinum. Í Washington samtykti kongressin eina umfatandi lóg við tiltøkum ímóti stýrinum. Í fongslinum bíðaði Mandela eftir, at stjórnin fór at slaka.
Hann hugdi ikki eftir, hvaðani stuðulin kom. Í so máta var hann litblindur, og hann hevði fult álit á teirri vesturlendsku demokratisku skipanini, hóast minni enn so øll í Vesturheiminum hildu líka nógv um tankan, at svørt skuldu hava somu rættindi sum hvít.
Frælsi og Mandela
Hevði nakar dittað sær at sagt, hvussu lagnan hjá Nelson Mandela fór at laga seg, hevði fáur trúð tí. Kanska hevði hann heldur ikki trúð tí sjálvur. At søgan kortini er sonn er ikki bert veruleikans sigur á hugflognum. Tað er eisini frælsisins sigur á einaræðinum. Søga hansara er stórsligin og søgan um ein rættvísan, sterkan, men ongantíð hevndarhugaðan mann, sum ongantíð slepti vónini um, at ein dag mundi rættvísið fara at sigra.
Tá hann varð latin leysur úr fongslinum var tað rúsandi - ikki bert fyri hann, men fyri alt fólk hansara. Í øðrum londum høvdu leiðarar langt síðani funnið aðrar at taka við landsins leiðslu, men suðurafrikanararnir vóru ikki í iva. Teir kendu teirra Mandela.
Ikki tí. Tá hann varð latin leysur, var fátækradømið millum tey svørtu á næstan sama stigi, sum tann gamli revsifangin hevði livað undir. Men tey vildu hava hann. Tí munurin var frælsi og ein stór persónsmenska, sum æt Mandela.