Munurin varð staðfestur

Tað er væl eingin ivi um, hvørjar stjørnurnar eru. Áhugin fyri føroysku landsliðsvenjingini, sum var klokkan 16 í dag var í øllum førum hampuliga avmarkaður. Umframt føroyska fjølmiðlaliðið vóru nøkur tandur av italsku pressuni til staðar, men móti endanum av føroysku venjingini broyttist hetta.

Orsøkin var fyrst og fremst, at nú byrjaði italska venjingin. Her vóru fjølmiðlarnir væl mannaðir frá fyrsta sekundi, og so við og við øktist talið av áskoðarunum eisini. Eini trý túsund fólk mundi talan gerast um, og stemningurin kring vøllin var nærum eins góður, sum hann væntandi verður mikudagin. Ella sum onkur í føroyska ferðalagnum tók til. Larma tey somikið nógv, bara onkur av teirra spælarum rennur, so verður ikki lukkuligt, um Italia skorar í morgin.