Hósdagin vitjar enska Premier League felagið Fulham í Føroyum, tá teir skulu spæla seinna Euro League dystin í móti NSÍ.
Heimasíðan hjá Fulham hevur tosað við liðformannin Danny Murphy, sum sigur, at sjálvandi skulu teir ikki kenna seg vísar í at koma víðari, men at ein 3-0 leiðslan er góð, hóast hon ikki er heilt trygg.
- 3-0 er ein vandamikil leiðsla. Um tað var 5-0 hevði tað møguliga verið lættari. Eg vildi trúð at ein ella tveir ungir koma at leika, men tað er eyðsæð at tað er neyðugt at hava skrokk á liðnum, tí tá ið spælt verður á útivølli, kann ein koma útfyri einum vánaligum vølli, og tað skal bert eitt lítið mistak, so kann man vera aftanfyri 1-0 eftir 10 minuttum. Vit mugu vera varnir, men tá tað er sagt, so eiga vit, líkamikið hvørjum liði, vit møta, kenna okkum tryggar við eina 3-0 leiðslu, sigur Danny Murphy millum annað, nú hann kemur til Føroya fyri fyrstu ferð.
Dysturin millum NSÍ og Fulham verður á Svangaskarði hósdagin 7. juli kl 18.45.