Tað stóð nógv upp á spæl hjá báðum pørtum, og tað var í heimaleguni, at fagnaðurin var stórur eftir síðsta bríksl, og tað var vónbrot millum teir í B68 leguni.
At TB seinnapartin vann 2-1 við Stórá ber við sær, at TB hevur 15 stig, og at tað eru seks stig aftur til ÍF, sum er næstniðast við 9 stigum. At B68 einki stig fekk við sær aftur um Suðuroyarfjørð ber við sær, at tað eru tvey stig frá B68, sum er á áttanda plássi og aftur til ÍF á níggjunda plássi.
B68 hevur 11 stig, og ÍF hevur 9 stig. Hetta var øgiligt vónbrot hjá toftamonnum, eftir at teir mikukvøldið vunnu 3-0 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tað var á útivølli ímóti EB/Streymi.
Nú er summarsteðgur hjá bæði TB og B68. Ólavsøkuumfarið kann fara at vísa seg at vera rættiliga avgerandi. Tá fer B68 27. juli at spæla á Argjum, og 30. juli fer TB at spæla í Fuglafirði.
Kanska onkur hugsar, at tað var møðin frá steypadystinum mikukvøldið, sum var ein av orsøkunum til, at B68 ikki megnaði at vinna úrtøku í Trongisvági, har vøllurin var øgiliga vátur av nógva regninum..
Soleiðis var tað ikki. Tølini siga, at B68 vann 11 hornaspørk, og at TB vann tvey hornaspørk, og tølini siga, at B68 hevði fleiri stórar málmøguleikar, enn heimaliðið hevði. Serliga undan steðginum spældi B68 seg til fleiri heilt upplagdir møguleikar, sum vórðu misnýttir. Eisini tí Arthur Djurhuus Poulsen var so stinnur í TB málinum.
Men tað var TB, sum vann 2-1, og TB hevur nú vunnið tveir sigrar á rað, og TB hevur higartil vunnið fulla úrtøku fýra ferðir.
Merkisvert er eisini, at tað millum teir fyrstu ellivu vóru átta lokalir og tríggir útlendskir spælarar, og at tað hevur stóran týdning, at tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku í fyrstu royndini, eftir at Gilli Rólantsson Sørensen hevur sagt farvæl.
TB fekk hol á 10 minuttir eftir steðgin. Samudeen Musah royndi seg við brotssparki, sum Benjamin Schubert í B68 málinum hálvbjargaði, men Samudeen Musah var fyrstur á returbóltinum og setti bóltin í málið. Ein tími var farin, tá ið B68 javnaði til 1-1. Tað var eftir horna úr vinstru, at miðvallarin Áki Johannesen skoraði.
Og so var tað seks minuttir undan leikloki, at Samudeen Musah varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann fyri sættu ferð í ár skoraði. Hann royndi seg eitt sindur úr høgru og úr 22 metrum, og bólturin brast í handara stólpan og í netið.