Musikkskúlanæmingar bjargaðu skúlakonsert

Um mánaðarskiftið mai/ juni var skúlakonsert í Nólsoy, frásøga við Niels-Jákupi, ið fann urið í Fámjin og tónleikur í Miðlahúsinum og frásøga við Jógvani við Keldu og tónleikur í Leirvíkar Bátasavni. Hetta vóru tiltøk, sum góvu fólki upplivingar í nútíð og farnari tíð, bæði í frásøgu og tónleiki

Tiltøk

 

Í døgum 31. mai til 6. juni hevði violinisturin, Monika Stauss Joensen, sum er gift í Leirvík, vitjan úr heimlandi sínum, Sveits. Tað var systirin, Andrea Stauss Hofman, ið spælir klaver, sum var á vitjan.

Meðan Andrea var í Føroyum, løgdu tær til rættist tríggjar ymiskar konsertir, sum tær “kryddaðu” við spæli og frásagnum.

 

Skúlakonsert

Fyrsta tiltakið var ein skúlakonsert í Nólsoy, fríggjadagin 1. juni – longu morgunin eftir, at Andrea skuldi koma til Føroyar kvøldið fyri. Men, sum so ofta um summarið, vóru floglíkindini ikki til vildar.

Flogfarið hjá Atlantsflogi, sum Andrea og italsku fjeppararnir til landsdystin Føroyar-Italia vóru við, endaði seint hóskvøldið í Íslandi.

Tá Andrea ikki var frammi til ætlaðu tíðina í Føroyum, tók ivi seg upp um tiltakið, sum skuldi vera í Nólsoy morgunin eftir. Nú mátti ferðin til Nólsoyar antin avlýsast, ella mátti skráin fyri tiltakið leggjast um.

Eftir nógvar telefonsamrøður millum Moniku Stauss Joensen og Hilmar Joensen, lærara við Nólsoyar skúla, vóru boðini úr Leirvík klokkan 22.30 kvøldið fyri tiltakið: “Vit koma kortini… “

Í staðin fyri Andreu, sum fyribils var endað í Íslandi, fekk Monika í lag at taka 7. flokk úr Leirvíkar skúla við sær til Nólsoyar.

Fríggjamorgunin vóru soleiðis tríggir bilar við 10 næmingum á veg til Havnar fyri at náa Rituna til Nólsoyar klokkan 9.30.

Tað vísir seg nevniliga, at 7. flokkur við Leirvíkar skúla er ein fram úr tónleikaflokkur, har ikki færri enn 8 av 10 næmingum ganga til tónleikaundirvísing.

Soleiðis “bjargaðu” hesir næmingarnir tiltakinum í Nólsoy, so børnini har ikki noyddust heimaftur úr skúlanum við ongari skúlakonsert, sum tey høvdu glett seg til.

Í Nólsoy var mangt og hvat á skránni – alt frá violinduettum, violinløgum saman við fylgispæli, guitarsolo, klaverboogie og kórsangi, sum Dánjal Eysturstein leiddi. Eisini var felagssangur við guitarspæli hjá Hilmari Joensen.

Ljósmyndir úr Sveits vórðu sýndar, og ein klovnur var eisini knappliga við í tiltakinum.

Fjølbroytta løtan í skúlanum í Nólsoy við tónleiki, sangi og undirhaldi eydnaðist sera væl, og úr Nólsoy frætta vit, at tiltakið helst fer at standa sum eitt minnið fyri lívið hjá skúlabørnunum í bygdini.

Eftir drúgvu ferðina hjá Andreu Stauss Hofman heim til Føroya, vóru systrarnar báðar klárar til konsertirnar, ávikavist 3. juni í Miðlahúsinum í Vágsbotni og mánadagin 4. juni í Leirvíkar Bátasavni.

Hesi bæði tiltøkini vórðu væl vitjað. Umleið 50 fólk vóru í Miðlahúsinum og stívliga 70 fólk í Bátasavninum.

 

Niels-Jákup og urið

Í miðlahúsinum spældu tær báðar verk eftir Corelli, Dancla, Tchaikowsky og sigoynaraløg eftir Csoka og Sarasate.

Monika framførdi eisini eitt lag fyri violin-solo, ið hon hevur fingið sendandi úr Wien frá Elzbieta Wiedner-Zajac, sum Konsertfelagið hevði á vitjan í februar.

Elzbieta sendi Moniku, sum er formaður í Konsertfelagnum, hetta lagið sum takk fyri áhugaverdu ferðina í Føroyum.

Í kaffisteðginum í Miðlahúsinum høvdu fólk høvi at royna ein sveisiskan spesialitet, eina sokallaða “ostafondue”. Flestu, sum komin vóru á lýða á, nýttu høvi at “dippa” sær ein fransbreyðbita í heitu ostagrýtuna.

Fólk fingu eisini kaffi og okkurt afturvið.

Eftir steðgin greiddi Niels-Jákup, ið var drongurin, sum fann nógv umrødda urið í fjøruni í Fámjin, frá hesi hendingini. Saman við mammuni, Onnu, var hann partur av tiltakinum í Miðlahúsinum hendan dagin.

Niels-Jákup segði, at abbin, sum var við honum hendan dagin, tá hann fann urið, helt fyri: “Abbi ivaðist í, um hetta mundi vera ein bumba, sum lá í eskjuni, men tað helt eg ikki…”

Tað var áhugavert at hoyra Niels-Jákup og síggja myndirnar, sum gjørdu frásøgnina sera livandi.

Einki er at ivast í, at urið, sum hann fann í fjøruni, hevur givið Niels-Jákupi og familju hansara nógv upplivilsir, ikki minst ferðin á urmessuni í Sveits í apríl.

 

Við Keldu

Í hugnaliga Bátasavninum í Leirvík hevði Jógvan við Keldu, sum sjálvur hevur røtur í Leirvík, hugleiðingar um barnadagar á Keldu í Leirvík.

Jógvan dugdi sera væl at siga frá, og tað var áhugavert at hoyra hansara frásøgn um øll tey persónligu minnir, hann hevur úr Leirvík.

Gomlu myndirnar søgdu eisini sína søgu um umhvørvið og staðið á Keldu.

Hetta er ein farin tíð, men hon er ikki gloymd millum tey, sum vóru partur av henni. Jógvan dugdi so sera væl at fáa lív í søguna aftur og gera alt so “sjónligt” fyri teimum, sum komin vóru at lýða á.

Tiltakið í Leirvíkar Bátasavni var eisini kryddað við violin-og klavertónleiki hjá systrunum Moniku og Andreu.

Eftir at Jógvan við Keldu var liðugur við frásøgnina, endaðu Monika og Andrea hendan partin av tiltakinum við einum klaverstykki fyri violin og klaver.

Síðan var høvi til kaffi og prát.

Tey, sum vóru við til tiltøkini í Miðlahúsinum og Leirvíkar Bátasavni, fóru væl nøgd heimaftur – hesar tónleikaupplivingar og frásagnir ríkari.