Musikstevnan endar við Grottekonsert við Norðlýsinum

Norðlýsið skipar fyri sjáldsamar Grottekoncert sunnudagin við eitt nú spælarum úr The Royals Scottish National Orchestra. Tey, sum hava undirvíst á Musikstevnuni fara

at framføra.

 

Millum tónleikararnar, sum luttaka eru Dávur

Magnussen, Trondur Olsen, Lance Green, John Whitener og Rebecca Whitener.

 

Dávur og Tróndur lesa báðir tónleik í Skotlandi samstundis sum teir arbeiða sum

tónleikarar. John Whitener er Tuba spælari úr USA. John hevur lisið tónleik á fleiri

kendum skúlum í USA millum annað Yale University, Curtis Institute og Julliard

School of Music, áðrenn hann kom til Evropa at arbeiða.

 

Rebecca Whitener er kona John, og hon er ein av mest eftirspurdu freelance klarinet

spælarum í Bretlandi í løtuni. Hon hevur spælt vid øllum orkestrum i Skotlandi, og

spælir eisini nógvan kamartónleik, samstundis sum hon undirvísir yvir alt Bretland.

 

Siglt verður við Norðlýsinum úr Vágsbotni sunnudagin kl. 11. Túrurin, sum verður 4-5 tímar langur er skipaður sum ein sightseeingtúrur, har skiparin

borðreiðir við sínar kendu fiskasúpan.

 

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.