Musisk innrás og listaframsýning

Leygardagin komandi kl 16 fer Kristina Joensen, listakvinna úr Fuglafirði, at gera eina »musiska« innrás í Mentanarhúsið í Fuglafirði í rørslum, livandi skulpturum, orðum, ljóði og ljósi

Hetta er forvitnisligt. Sigast kann, at hetta er leikur í list, sum er nýskapandi. Ókeypis atgongd.

Fagnaðarløtan varir umleið ein tíma.

Eftir leikin í Mentanarhúsinum letur Kristina upp eina málningaframsýning í Ribarhúsi, ið ber heitið: Silvitnisdáran.