Musk skrivar á X.
– Eg harmist um nøkur av mínum innleggum um Donald Trump forseta í síðstu viku. Tey fóru ov langt, skrivar Musk, sum til fyri kortum var tættur ráðgevi hjá Trump.
Millum annað pástóð hann uttan at leggja fram prógv, at Trump er við í skjølunum í Epstein-málinum.
Málið er uppkallað eftir Jeffrey Epstein, sum varð handtikin og varðhaldsfongslaður í 2019 í einum máli um misnýtslu av ungdómi.
Musk hevur eisini skrivað, at Trump skal ákærast, og at hansara tollpolitikkur førir til afturgongd.
Hann skrivar ikki tað, sum hann angrar.
/Ritzau/