Musk vónar at kanna heilakipp í fólki um eitt hálvt ár

Elon Musk væntar, at ein tráðleys eind hjá heilakippfelag hansara Neuralink kann brúkast í læknaligu royndu í menniskjum um eitt hálvt ár

 

Amerikanski ríkmaðurin Elon Musk Pool/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað sigur milliardingurin, sum eigur Neuralink, undir eini framløgu í dag okkara tíð.

Felagið hevur sum mál, at heilaimplantatið skal kunnu hálpa fólki við breki til at røra seg og at samskifta aftur.

– Vit vilja verða sera varin og vís í, at tað fer at virka væl, áðrenn vit seta eindina inn í eitt menniskja, sigur Musk.

– Men vit hava sent tað mesta inn – haldi eg – av pappírsarbeiði okkara til FDA (heilivágsstrýið í USA, red.) og skulu um umleið seks mánaðir verið før fyri at uploada Neuralink í eitt menniskja.

Musk, sum millum annað er stjóri í feløgunum Tesla, SpaceX og Twitter, er kendur fyri ikki at halda seg aftur við sínum framsøkni.

Nakrir atfinnarar halda, at hann er komin við ov stórum lyftum um, hvat tøknin hjá Neuralink megnar bæði í nærmastu framtíð og í framtíðin.

/ritzau/Reuters

 

Amerikanski ríkmaðurin Elon Musk Pool/Reuters/Ritzau Scanpix