Muslimar onga atgongd

Í einari konsert hjá Black Eyed Peas í Malaisia vóru muslimar noktaðir atgongd. -Muslimar mugu ikki luttaka. Ikki-muslimar kunnu fara avstað og hava tað stuttligt.

Soleiðis ljóða boðini frá Malaisiska mentamálaráðnum um eina Black Eyed Peas konsert, sum verður hildin í samband við hátíðarhaldinum av øl-gigantunum Guinnes á teirra 250 ára degi tann 25. September.

 

Sharialógin forðar muslimum at luttaka, tí ein rúsdrekka framleiðari stendur handan konsertina. Og tá ið meira enn helmingurin av íbúgvarunum í Malaisia eru muslimar, hevur stjórnin valt at greiða almenninginum frá, at muslimar í landinum skulu halda seg burtur frá konsertini.

 

Fyri stuttum var ein kvinna dømd pískasløg, tí hon hevði drukkið øl alment í landinum, har Sharialógin hevur stóran týdning. Tað vil tískil fáa stórar avleiðingar, um hendan lógin verður brotin. Tó hava fyrireikarar handan konsertina ikki hóming av, hvussu tey kunnu halda skil á hesum.

Black Eyed Peas framførdu til eina útselda konsert í 2007, har bæði muslimar og ikki-muslimar høvdu møguleikan at luttaka.

 

Áðrenn Black Eyed Peas framførdu í landinum, hevði stjórnin víst sína ónøgd við, at tónleikarar, ið sambært muslimunum í landinum, ikki vóru rætt ílatnir, hava framført í landinum. Sostatt hava Avril Lavigne og Gwen Stefani sambært muslimunum víst ov nógva húð undir teirra framførslum í høvuðsstaðnum Kuala Lumpur.