Vesturlendskur dupultmoralur og muslimsk ekstremisma ganga hond í hond. Tað helt Martin Krasnik, korrespondentur á Weekendavísini og fyrrverandi sjónvarpsvertur á Deadline á DR2, tá hann mánakvøldið í einum stúgvandi fullum Miðlahúsið helt fyrilestur um ferð sína gjøgnum arabiska heimin, sum hann fór í holt við á sumri í 2004, og sum hann síðani eisini hevur skrivað eina bók um.
Umleið 200 fólk sótu sum sild í tunnu í umleið tveir tímar og lurtaðu, bíðirøðin gekk heilt út í tún, og tey, sum komu í seinastu løtu, máttu tí fara aftur til hús sum av torvheiðum.
Islamistisk framgongd
Meðan vesturheimin fekk toyggið fyri sítt hyklarí, spardi Krasnik heldur ikki uppá krútið, tá hann bar fram sínar hugsanir um tær politisku kreftir, sum síggja út til at vaksa í arabiska heiminum.
Sambært Krasnik eru islamistarnir, tað vil siga víðgongdu muslimarnir, ikki bert ein minniluti í arabiska heiminum, sum nógvir sjónligir debattørar annars vilja vera við. Í Palestina valdi ein meiriluti Hamas til valdið fyri stuttum, í Iran hava teir sitið við valdið síðani kollveltingina í 1979, Í Pakistan er islamistiski andstøðuflokkurin Jaamat e-Islami einasta alternativið til hernaðarligu einaræðisstjórnina hjá forsetanum Pervez Musharaf, í Irak eru víðgongdir shiamuslimar í meiriluta í parlamentinum, í Saudi-Arabia situr saudiska kongafamiljan og dømir ótrúgvar kvinnur til deyðan o.s.fr.
Og henda framgongd hjá islamistiskum rørslum metti Krasnik vera ein vanda, sum vit vesturlendingar skulu vera á varðhaldi fyri, ikki minst við at tvíhalda um okkara frælsisrættindir, sum eftir hansara tykki veruliga skuldu standa sína roynd í sambandi við stóra málið um tekningarnar av profetinum Muhamed. Og hann metti, at islamisma kann gerast ein nýggj global hóttan á sama hátt fascisma, kommunisma og nazisma.
- Talan er avgjørt um líkleikar, og radikaliseraða útgávan av Islam hevur eitt potentialið, sum kann minna um tað, sum hevur elvt til hópdráp og ræðuleikar í farnum tíðum.
Grázonan
Men Krasnik legði dent á, at tað er stórur munur á einum praktiserandi muslimi og einum militantum islamisti, og tað er í grázonuni millum hesar báðar pólar, at loyndarmálið um sonnu muslimsku fólkasálina liggur fjald. Spurningurin um, hvussu ekstremisman trívist millum sivilfólkið - tí tigandi meirilutanum - í muslimska heiminum, er framvegis ósvaraður. Og sambært Krasnik er bert ein háttur at svara hesum spurningi.
- So leingi, sum vit ikki hava fræls demokratisk val í øllum arabisku londunum, fáa vit ikki at vita, hvat meirilutin í muslimska heiminum í veruleikanum ynskir. Í løtuni tykjast víðgongdu rørslurnar at hava viðvind, ikki minst tí tær eru eitt alternativ til korruptar stjórnir, sum vesturheimurin stuðlar, og sum ikki gera nakað við stóra stættarmunin og fátækradømið, staðfesti Martin Krasnik.
Vantandi mótspæl
Samanumtikið kann sigast, at Martin Krasnik hevði atfinningar og spark til bæði vesturheimin og muslimska heimin. Stóra hóttanin úr muslimska heiminum er ein vaksandi ekstremisma, men sama ekstremisman er í ein mun ein avleiðing av vesturlendskum dupultmorali. Á henda hátt var ein javnvág at hóma, so allir áhoyrarar - frá tí mest islamofobiska til tann mest anti-amerikanska - kundu taka undir við í øllum førum onkrum av øllum tí, sum Krasnik var inni á.
Krasnik kom sera víða, og hetta elvdi í ein mun til, at nógvir sentralir spurningar eisini stóðu ósvaraðir, tá fólkið leitaði sær út aftur í kuldan og regnið. Hann kundi saktans fingið meiri mótspæl frá bæði orðstýrara og áhoyrarum, tí nógvir pástandir vórðu lanseraðir, sum høvdu uppiborið eina neyvari og meiri atfinningarsama viðgerð.
Men stóri áhugin fyri tiltakinum vitnar í øllum førum um, at føroyingar sanniliga hava áhuga fyri øðrum enn lokalum konfliktum í okkara lítla dunnuhyli í Norðuratlantshavi, og vónandi eru tí fleiri líknandi tiltøk á veg.
Sitat hjá Martin Krasnik:
- Ósemjan um atomorkuna í Iran fer ikki at elva til eina amerikanska innrás, men møguleikin fyri bumbuálopum er tó til staðar
- Vit skulu kvetta alt handilssamstarv við Saudi-Arabia skjótast gjørligt og biðja teir drekka sína egnu olju
- Islamisman kann gerast ein global hóttan á sama hátt sum kommunisman
- So leingi, sum arabiskar stjórnir ikki viðurkenna statin Ísrael, meti eg, at amerikanskar herdeildir skulu vera verandi í økinum
- ST hevur als ikki livað upp til krøvini um at skapa dialog millum vesturheimin og muslimska heimin
- Samstarvið millum vesturheimin og korruptar einaræðisstjórnir í arabiska heiminum er ein orsøk til framgongdina hjá islamistiskum rørslum