Verandi stuðulslóg til eitt nú ítróttahallir er bæði ógreið og lítið meinandi, tí so at siga eingir pengar eru settir av til endamálið. Ein roynd at bøta um hetta varð gjørd í apríl í fjør, men tá var býtið tvíbýtt millum Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið, og tí varð uppskotið tikið aftur.
Andstøðan royndi at leggja sama uppskot fram í nýggju tingsetuni, men tað varð felt.
Nú hevur so Fíggjarmálaráðið gjrt eitt heilt nýtt uppskot sum leggur upp til, at púra greiðar reglur verða settar fyri kriteriunum at søkja um MVG-frítøku, og umsóknirnar skulu nú bert stílast til Fíggjarmálaráðið og verða viðgjørdar har av embætisfólki.
Talan verður sostatt um ein avgreiðsluspurning, lúka umsóknirnar ásettu krøvini. Og tað fegnast eitt nú Rodmundur Nielsen um.
Fyri tað fyrsta var tað soleiðis, at umsóknirnar suldu sendast til Mentamálaráðið, sum síðani sendi tær til Landsverk til ummælis. Síðani vórðu tær aftur sendar til Mentamálaráðið at taka endaliga støðu til.
- Ikki var hetta bert umstendiligt, men tá umsóknin endiliga var komin gjøgnum bureaukratisku mylluna, vóru eingin pengar at lata, tí játtanin var so mikið lítil, at hon munaði einki, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað hava tí umsóknir ligið í Mentamálaráðnum í áravís – kanska heilt upp í 10 ár – og bíða eftir, at tað einaferð varð teirra túrur at fáa stuðul, men í stórum verkætlanum munaði hetta so lítið, tí játtanin á fíggjarlógini var so lítil.
Greiðar reglur
- Eg ivist ikki í, at fleiri umsóknir nú kunnu takast veruliga til viðgerðar og fáa ta hjálp, sum veruliga munar. Ikki minst stórar verkætlanir sum Saltsiloin á Drelnesi og Neistahøllin í Eysturbýnum í Havn fara at merkja nýggju stuðulsskipanina, sigur Rodmundur Nielsen.
Eitt annað sum flest øll munnu fegnast um, er greiða orðingin, sum nú fer at verða galdandi frameftir. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur soleiðis:
»Endamálið við hesi lógarbroyting er at frítaka íløgur til ikki vinnuligar, almanna¬gagnligar verkætlanir fyri meirivirðisgjald. Íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, eru íløgur í ítróttar-, mentanar- og samkomuhús av ymsum slag, har almenning¬urin hevur atgongd. Tey, sum kunnu søkja eru felagasskapir, stovnar og grunnar, ið ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig egináhugamál. Ein treyt fyri at íløgan verður frítikin fyri meir¬virðis¬gjald, er, at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega sum gáva, ella fingin til vega við óløntum og sjálvbodnum arbeiði«.
Tað skuldi tí verið ein løtt uppgáva at gjørt av, um umsøknir lúka hesar treytirnar, og alt kann tí avgreiðast, uttan at nakar politikari á nakran hátt nýtist at blandast upp í umsóknirnar, sigur Rodmundur Nielsen.
Ein MVG-frítøka merkir í veruleikanum, at slíkar byggingar fáa ein beinleiðis stuðul upp á 20% av kostnaðinum, í hvussu er tá um tilfarið ræður.